Bilar fingu skaða


 

Um vikuskiftið gjørdi onkur seg inn á fleiri bilar í Varðagøtu í Havn. Bilarnir høvdu fingið snuddir í síðuna, og onkur spegl vóru brotin.

Løgreglan í Havn veit ikki, hvør hevur gjørt herverkini.

Ein bilur, sum stóð í Gundadali, fekk eisini skaða. Her hevði onkur brotið forrútin á bilinum.