- Nei, hetta er ikki slipsalandsstýrið. Hetta eru tingmenn, tungvektarar, ið hava eitthvørt at siga um tunnils- og bummgjøld.
Soleiðis siga tey, sum standa aftan fyri bilafestivalin á Toftum, sum verður leygardagin og sunnudagin.
Lagt verður aftrat, at val er í hondum, tí val skal verða í seinasta lagi á heysti 2023.
- Eitt av heitu kjakevnunum verður uttan iva um, hvørt tunnilsgjøldini eiga at verða avtikin, lækkað ella alt skipað á annan hátt.
Fyrra pallborðið á bilafestivalinum verður mannað við Djóna Nolsøe Joensen (C), Jørgeni Niclasen (A) og Bjarna Kárason Petersen (F).
Heini Kristiansen, varaborgarstjóri í Nes kommunu, fer at leiða kjakið, sum byrjar leygardagin klokkan 16.