Biður fólk Senda wc-pappír til Brand Sandoy

Paul Watson heitir nú á fólk um at senda wc pappír til Brand Sandoy, borgarstjóra á Sandi.

Paul Watson heitir nú á fólk um at senda wc pappír til Brand Sandoy, borgarstjóra á Sandi.

 

Hóast tað neyvan var eitt lógligt stig, sum løgtingsmaðurin og borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, tók, tá hann noktaði ávísum fólkum at nýta almennu nátthúsini á Sandi, so duga tey í Sea Shepherd at síggja skemtið í hesum.

 

– Tað ber eisini til at skriva eitt bræv til borgarstjóran á wc-pappír – eitt gott projekt til børnini við litblýantum og klistrimerkjum, skrivar Paul Watson.

 

Og so heldur hann, at børnini á wc-pappírinum kunnu siga borgarstjóranum, hvat tey (les Sea Shepherd) halda um grindadráp.

 

Hann skjýtur upp, at brævið, sum verður skrivað á wc-pappírið, verður sent inni í eini tómari wc-rullu, og so kann adressan hjá Brandi Sandoy skrivast uttaná. Sambært Paul Watson er adressan hjá Brandi hendan:

 


Mayor Brandur Sandoy
c/o Tourist Information
Sandoyar Kunningarstova
FO-210 Sandur
Faroe Islands
Denmark
sandinfo@post.olivant.fo