Bíðilistin til at fáa viðger er um at eksplodera

Bíðilistin at sleppa í viðger fyri ADHD leingist – og tað ger bíðitíðin eisini. Nú krevur ADHD felagið, at okkurt verður gjørt við tað

Ongantíð hava tað verið so nógv, sum skulu kannast hjá psykiatara, sum nú, bæði børn ung og vaksin – og av tí sama eru bíðilistarnir um at eksplodera. Tað sigur ADHD felagið í eini áheitan á Løgtngið, nú fíggjarlógin fyri næsta ár eru til viðgerðar.

– Nú ber av, og vit krevja, at landsins leiðsla setur neyðugu pengarnir av og fær bíðilistan burtur, gera tey greitt.

Tey siga, at fyrr í vikuni ringdi ein mamma, grátandi, at siga frá, at 11 ára barn hennara hevur verið knýtt at Sernámi hesar seinastu 5-6 árini. Ráðgevingin frá Sernámi hevur lítið hjálpt, og nú barnið trívist verri og verri, og vil illa í skúla, fær hon tey ráðini, at hon skal fara til kommunulækna fyri at verða víst til  barna og ungdómspsykiatri. Mamman er í villareiði, tí hon fær samstundis at vita, at bíðitíðin kann vera upp í tvey ár.

 

– Mamman knekkar, tí tað megnar hvørki barnið ella familjan, sigur ADHD felagið. Mamman spyr, um tað ikki ber til at kæra málið, tí hon heldur, at tað er ikki í lagið, at barnið ikki hevur fingið røttu hjálpina fyrr.

 

##med2##

 

ADHD- Felagið sigur, at hetta er ikki eindømi, men nú fara tey at royna at kæra, tí við vitanini vit hava í dag um, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa  skjóta hjálp, ber til at spyrja, um tað er forsvarligt at hava eina skipan, sum útsetir og forðar barninum at fáa røttu sjúkugreiningina í fleiri ár?  Og tá ið tey loksins koma á bíðilistan, hava tey longu bíðað í fleiri ár, bara eftir at koma á listan

– Hevur barnið ikki rætt til at fáa diagnosu og hjálp í góðari tíð? Eitt er víst, og tað er, at skipanin riggar ikki í dag, og tað kunnu vit ikki bjóða okkara børnum, sigur ADHD felagið.

Nýggj vitan á psykiatriska økinum, og nýggjar viðgerðir gera, at til ber at hjálpa bæði børnum og vaksnum við ADHD/ADD nógv betri í dag enn fyrr.

– Gransking vísir, at heili 50-65 prosent av teimum, ið fáa staðfest ADHD/ADD sum børn, eru sloppin av við ta´, tá ið tey eru vaksin og kunnu sostatt liva eitt vanligt lív.

 

##med3##

 

– Vit kunnu ikki standa longur og hyggja at, ímeðan ein partur av okkara børnum dettur niður í millum. Eisini vaksin hava fingið vón um, at tað ber til at fáa eitt gott lív, uttan tankameldur, orkuloysi, tung tíðarskeið, misnýtslu og impulsivar handlingar, ið kosta dýrt.

– Tíverri riggar skipanin, vit hava í dag ikki. Avleiðingin er, at tað eru alt alt ov nógv børn, sum ikki fáa hjálp nóg skjótt. Vaksandi bíðilistarnir eru tekin umm eina skipan, ið ikki riggar.


Tí er tað altavgerandi, at avvarðandi mynduleikar, og politikarar, taka ábyrgd og fáa øll, ið varða av børnunum at samstarva um eina haldgóða loysn, bæði kommunur, psykiatri, Sernám, Gigni og okkum áhugafeløg.

– Í dag er veruleikin tann, at øll renna undan ábyrgd, og tí leingjast bíðilistarnir. Taparnir eru børnini, sigur ADHD felagið.

 

Talvurnar oman fyri, vísa, hvussu nógv fólk standa á bíðilista, og hvussu leingi, bíðitíðin er.