Bíðilistin av børnum er nógv minkaður

Nú eru nógv færri børn á bíðilista at sleppa til sálarfrøðing enn fyri einum ári síðani

Bíðilistin av børnum, sum bíða eftir at sleppa til sálafrøðiligar kanningar, er nógv minkaður seinastu tíðina.

Tað upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri Løgtinginum í dag.

 

Hann sigur, at í løtuni standa 70 børn á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatriska útgreinin og viðgerð. 

 

Hetta er á leið talið á teimum børnum, verða ávíst til kanningar um árið.

 

Hann vísir á, at seinastu tvey árini eru átøk gjørd fyri at stytta bíðitíðina til barna- og ungdómsálarfrøðing hann heldur, at hetta hevur eisini hepnast væl. 

 

Tann 1. januar 2012 stóðu 161 børn á bíðilista. Tann 1. januar í ár stóðu 135 børn á bíðilista og í dag eru 70 børn á bíðilista.

 

- So miðvísa arbeiðið, og økta játtanin til økið, hava givið úrslitið, vit vildu hava, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at málið er at stytta bíðitíðina næsta ár verða tiltøk sett í verk fyri at røkka endamálinum.

 

Karsten Hansen vísir eisini á, at í løtuni standa 50 vaksin fólk á bíðilista til sálarfrøðiliga greining og viðgerð.

 

Meginparturin av hesum er fólk, sum skulu til kanningar fyri ADHD. 

 

Fólk gerast ofta varug við hetta gjøgnum fjølmiðlarnar og fara síðani til lækna at verða kanna um tey hava ADHD og um tað er hetta, sum hevur elvt teimum  til ávísar trupulleikar í lívinum, sigur Karsten Hansen.

 

Hann vísir á, at av tí at fíggjarliga játtanin er avmarkað, hevur verið neyðugt at taka meiri átrokandi trupulleikar framum, og tískil er ávís bíðitíð a sleppa til kanningar fyri ADHD.

 

- Bíðilistin er harafturímóti stuttur til vanliga viðgerð, men hann kann verða nakað longri til serstaka viðgerð, eitt nú viðgerð í bólkum, tí farast kann ikki undir slíka viðgerð fyrr enn ávíst tal av sjúklingum er, sigur landsstýrismaðurin.