Lars Christer Alström er í døpurhuga - og tað hevur hann verið meira ella minnni hvønn dag seinastu fimm árini. Hann er búsitandi í Säda í Svøríki, og bíðar hvønn dag eftir at boð koma frá sjúkrahúsinum, har hann fær gleðiboðini, at nú ber til at fáa eina nýggja livur.
Sviin Lars Christer Alström - ella Krister, sum hann vanliga verður nevndur - flutti til Føroya at búseta seg miðskeiðis í sekstiárunum. Har fór hann í starv sum fuglaútstappara í Nólsoy, og seinni ambætaði hann sjúklingunum á psykiatrisku deildini úti á Landssjúkrahúsinum í Havn.
Hann fall væl til, fann sær eina konu, sum hann fekk eina dóttir saman við, men av tí at konan hevði tørv á endurútbúgving, flutti familjan til Svendborg á Fjóni í Danmark at búseta seg. Hetta var í seinna helmingi av 90’unum.
Bert fá ár seinni skyldist hann frá konuni, og hann valdi at flyta aftur til familju sína í Svøríki.
Afturkomin á upprunarókina, gekk niður á bakka hvat heilsuni viðvíkur. Hann fór til kanningar hjá serkønum læknum, ið kundu staðfesta, at livur hansara var farin. Har var bert eitt í at velja, og tað var at fáa eina livratransplantasjón.
Krister sigur, at støðan er hættislig, men hann veit sum er, at her ræður um at vera tolin. Dagurin er nær, tá ið boðini berast at ein hóskandi livur er funnin – og tá verður framtíðin bjartari.