Biðja Al Gore stilla upp

Stuðlar hjá fyrrverandi varaforsetanum vilja hava hann at stilla upp til forsetavalið næsta ár

Í einari stórari lýsing verður Al Gore biðin um at stilla upp til amerikanska forsetavalið næsta heyst.

 

- Tú sigur, at tú hevur mist hugin til politiskt arbeiði. Ei undur í, at tað kennist so. Men vit vita, at tú elskar land títt framvegis, og nú hevur landið bruk fyri tær. Flokkurin hevur eisini brík fyri tær. Ja, øll Jørðin hevur brúk fyri tær, skriva stuðlarnir í lýsingini.

 

Tey, sum hava fyritrikað átakið, siga, at 136.000 fólk hava skrivað undir eina áheitan á Al Gore um at stilla upp.