Shannon Doherty, Brenda frá Beverly Hills 90210, kemur til Føroya at stuðla Sea Shepherd.
Tað boðar Paul Watson frá í dag.
»This week internationally acclaimed ballet dancer Sylvie Guillem is in the Faroes and later this month actress Shannon Doherty will come to the Faroes to address her opposition to the slaughter«, skrivar Watson á Facebook.
Hann sigur, at kenda balletkvinnan Sylvie Guillem kemur til Føroya hesa vikuna – og seinni í hesum mánaðinum kemur Shannon Doherty fyri at mótmæla grindadrápi og stuðla Sea Shepherd.
Shannon Doherty hevur spælt við í eini rúgvu av filmum og sjónvarpssendirøðum, men fólk flest kenna hana best í leiklutunum sum Brenda Walsh og Prue Halliwell í sjónvarpssendirøðunum Beverly Hills 90210 og Charmed.
Í farnu viku vitjaði heimskenda Hollywood-stjørnan Pamela Anderson í Føroyum.
Hon fór avstað aftur sunnudagin.