Betur fyrireikað næstu ferð skúlaverkið letur aftur

Royndirnar, vit hava gjørt okkum av koronaskúlanum, kunnu vit brúka, næstu ferð heimsfarsótt herjar. Og tær kunnu eisini hjálpa okkum at taka avgerðina, um tað er rætt at lata skúlarnar aftur ella at lata vera. Tað sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

Skuldi korona ella onnur heimsfarsótt aftur noytt skúlarnar at latið aftur, sum vit sóu tað í mars-apríl í fjør, so eru vit nógv betur fyrireikað, tí vit hava góðar royndir at dúva uppá. Tað heldur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.

- Tað ber ongantíð til at fyrireika seg heilt, og eingin støða er líka, men skúlaverkið hevur gjørt sær nakrar góðar og viðkomandi royndir. Spurningar, sum vit mugu seta, eru, um tað yvirhøvur er rætt at lata skúlan heilt aftur, og um tað ikki er skilabetri at lata nakrar deildir, árgangir ella flokkar vera í skúla. Spurningurin, sum tá kemur upp, er, hvør skal í skúla, og hvør skal ikki, og hvussu langt tíðarskeiðið skal vera. Tað er ikki bara at lata skúlar aftur, tí yngstu børnini kunnu ikki vera einsamøll heima, og tí hevur tað avleiddar avleiðingar, tá ið skúlin verður latin aftur. Tað eru eisini serlig fyrilit at hugsa, til dømis hvussu vit tryggja okkum, at allir næmingar eru við í undirvísingini. Hetta er kanska tað truplasta av øllum. Í fjør vár løgdu vit øllum skúlum eina við, at teir mugu hava samband við hvønn einasta næming eina ferð um dagin, men vit vita, at summir næmingar vóru ikki við kortini.

Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað á síni heimasíðu , og meira  sæst á skulabladid.fo.