Betta Eið, f. Næs í Nesi í Hvalba 90 ár

Fulla navn hennara er Elisabeth Christina Frederikka Næs eftir ommuni, men vanliga verður hon nevnd Betta, sum omma okkara eisini var nevnd. Sum barn og upp í ungdómsárini var hon altíð nevnd Betta hjá Martini, tí hon var dóttir Martin og Juliannu Næs og tí, at hon hevði tvey onnur systkinabørn nakað um sama aldur við sama Bettu-navninum, og tær spældu ofta saman. Tær vóru Betta hjá Johannesi og Betta hjá Sannu. Allar itu tær eftir ommuni, sum var úr Saltnesi – dóttir Jóannes og Súsonnu Petersen úr Saltnesi, sum ættarfólkið hjá teimum hevur stevnt hvørt øðrum til ættarstevnu í Saltnesi at minnast Jóannes og Súsonnu nú 4. august.
Hinar báðar Betturnar giftust – onnur heim á Skálabakka, hin til Keypmannahavnar. Betta hjá Martini var eftir í Nesi. Hon giftist við Frits Eið úr Porkeri, og tey bygdu sær hús í Nesi og fingu trý børn: Marjun, gift í Danmark, Martin, giftur í Nesi og Jórun gift á Hellurnar.
Omman átti 8 børn, sum øll fingu familju og tey 7 høvdu eina dóttur, sum varð uppkallað eftir ommuni.
4. august verður Betta Eið 90 ár.
Faðir hennara, Martin Næs, fór sum ungur – eftir at hava verið til skips í 12 ár og ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, at handla í Nesi, har eingin handil var fyrst í nítjanhundraðogtjúgu árunum. Men av at handla í so lítlari bygd – u.l. eini 18-20 húski – kundi hann ikki hava sítt livibreyð. Hann var tí við í øllum vanligum arbeiði í bygdini og róði út. Handilin – fyri ein stóran part – tóku konan og børnini sær av, so hvørt sum tey komu so frægt til. Og her kemur Betta inn sum tað fasta hjólið. Hon var næsteldst av systkjunum.
Longu 11 ára gomul stóð hon i handlinum – viðhvørt einsamøll. Og hon hevur verið tann fasta hjálpin alla tíðina hjá faðir sínum og seinni hjá bróður sínum Manna Næs, sum tók handilin eftir faðir sín so leingi, møguligt var hjá honum at hava handil í so lítlari bygd fram til 1974.
Frá 14-16 ára aldri var hon mest sum tann fasta “ekspeditrisan”. Men hon vildi eisini kunna sær eitt sindur út í annað umhvørvi. Hon tók tí húspláss í Vági hjá sóknarfútanum Bernhardi Mortensen, sum hon sigur, vóru sær rík ár (1938-40).
Somuleiðis tað árið (1940-41) hon var í húsi hjá Várdis í Havn og til hjálpar hjá pápasystrini Daniellu Mortensen í Havn (1941-42).
So var hon aftur í handlinum í Nesi í 4 ár og tók samstundis lut í øllum bygdalívinum, sum tá var: hoyggjaði, gekk til neytar, vaskaði ull, kruvdi nótaseið, var úti og dyrgdi, bar faðiri sínum døgurða inn í kolholið í Prestfjalli, var barnagenta hjá yngru systkjum sínum og so framvegis.
Men Betta vildi eisini hyggja eitt sindur út um landklovarnar. Hon fór tí í eitt ár í húspláss – stovugenta – í einum “herskapshúsum” úti á Lyngbyvegnum í Keypmannahavn, hjá gamla stjóranum Olsen og konu hansara, har hon var fagnað sum dóttir í húsinum árið 1946-47.
Men tá hevði sjómaðurin Frits Eið úr Porkeri bíðað nóg leingi. Hon kom tí heimaftur um veturin í 1947 at giftast.
Betta er nú millum tey elstu fólkini í bygdini. Frits doyði fyri nøkrum árum síðan.
Hon hevur havt góða heilsu og verið við í øllum tí vanliga bygdarlívinum og hevur verið sera góð at heita á í øllum tí vanliga gerandislívinum, og somuleiðis hevur hon verið ein frægd hjá skyldfólki, grannum og bygdarfólki sum heild at rætta henni eina hond, har hevur staðið á nú, hon er einsamøll á ellisárum.
Hon hevur trúliga verið við í “bindiklubbum”, sjómansringi, og í mong ár limur í kirkjuráðnum. Í umleið 20 ár helt hon sunnudagsskúlan í Nesi. Hon fylgir væl við í bygdalívinum og minnist væl úr farnum tíðum.
Góða Betta! Okur seks systkini, sum eftir eru av níggju og mong, mong onnur, sum eftir eru av teimum, sum hava livað saman við tær, og sum tú hevur umgingist í tínum lívi sum bygdarfólk, bera tær stóra takk fyri tað góða fyridømi, tú hevur verið sum bygdarfólk okkara millum.
Okur ynskja tær framvegis góða heilsu og mong ár enn.
----
Johannes