Høgni Djurhuus
Valenvi sambandslistans
í Tórshavnar Kommunu
Alment virksemi er nógv her, serliga innan fyrisiting. Kommunan stykkjaði fyri nøkrum árum síðani út ymsar staðir í Havnini til Ídnaðarøki. Øll hesi grundstykki eru nú seld, og tey flestu eru í nýtslu, tó í stóran mun til fyrisiting og handilsvinnuna og í ov lítlan mun framleiðsluvinnu. Tað er tí neyðugt at Havnar Kommuna nú stuðlar framleiðsluvinnuni. Fyrsti og besti møguleiki er nýggj útstykking av smáum grundstykkjum 1000 til 2000 fermetrar. Hesi skulu seljast til framleiðslu og handverkaravirki, so at tey fáa betur arbeiðsumstøður og ikki húsast, sum nú í ymsum hjallarum. Tað er uppaftur meiri umráðandi at hesi viðurskifti eru í lagi, nú oljuvinnan tekur seg upp her um Havnina.
Fyri at skaffa sær nøktandi arbeiðsmegi er tað neyðugt at virkini hjálpa starvsfólki sínum við barnaansingini á sama hátt sum Føroya Tele roynir. Hetta gevur virkiseigaranum betri møguleikar at velja sær sítt arbeiðsfólk og at starvfólkið kennir at arbeiðsplássið hjálpir teimum í øðrum enn bert í tí fíggjarliga. Eisini eru tað arbeiðspláss, sum hava serligan tørv viðvíkjandi barnaansing, t.d. Landssjúkrahúsið, har nógv fólk ganga í vaktum ? eisini um náttina. Roynt varð í sjeyti árunum at byrja ein barnaansingarstovn knýttan at sjúkrahúsinum, men hetta var ikki loyvt av landsmyndugleikunum tá. Men nú hevur kommunan ábyrgd av hesum økinum, og tí ber til í samarbeiði við ymisk virki og stovnar, at gera barnansingina so at hon er meiri hóskandi til arbeðsfólkið og stovnarnar.