? Tað er ómetaliga trupult at meta um veðrið í Føroyum.
? Orsøkin til tað er, at Føroyar liggja so illa fyri á heimskortinum.
Vit hava biðið Søren Olufsen á Danmarks Meteorologiske Institut, DMI, um viðmerking til kjakið hesar seinastu dagarnar um veðurtænastuna í Føroyum.
Vit fáa okkara veðurtænastu frá DMI, men bæði fiskimenn og útróðrarmenn halda, at veðurforsagnirnar eru so óálítandi, at tað er skjótt hjá skipum og bátum at koma í óføri.
Søren Olufsen hevur hoyrt, at eitt orðaskiftið hevur tikið seg upp í Føroyum um trúvirðið í veðurforsagnunum hjá DMI.
? Hava føroyingar nakað at klaga um, eru teir vælkomnir at venda sær til okkara, tí so viðgera vit fegin málið, sigur Søren Olufsen.
Við høvuðsveg 1
Hann sigur, at orsøkin til, at tað er so trupult at meta um veðrið í Føroyum, er ikki, at økið er so lítið.
? Orsøkin er hinvegin, at Føroyar liggja beint við tað, sum vit vanliga nevna lágtrýst-høvuðsveg 1.
?Hetta er ein av teimum leiðunum, sum lágtrýstini vanliga ferðast.
Lágtrýstini plaga at taka seg upp við Ný Fundlandi, og ferðast síðani meiri og minni tvørturyvir Føroyum á veg eystureftir og fara so upp framvið norsku strondini.
? Tvs, at veðrið í Føroyum er ofta treytað av, akkurát hvar hesi lágtrýstini eru, tá ið tey fara framvið Føroyum.
Søren Olufsen sigur, at tískil eru veðurforsagnirnar fyri Føroyar meiri og minni bundnar av, hvussu neyvt tað eydnast at meta um, akkurát hvønn veg, lágtrýstini fara yvir Føroyum.
? Og tað kann vera sera trupult, ikki minst hesa tíðina, nú lágtrýstini eru so títt hvørt aftaná annað.
Hann leggur afturat, at tá ið teir boða frá so og so nógvum vindi, er talan um miðal vindferðina í 10 minuttir, 10 metrar yvir havinum.
? Tvs, at hóast vit hava boðað frá vindi uppá 20 metrar um sekundið, kann vindferðin saktans koma upp á 37 í einstøkum hvirlum.
Útgerðin tann besta
Søren Olufsen heldur tí ikki, at tað hevði gjørt stórvegis mun, um veðurtænastan var í Føroyum, heldur enn í Danmark.
?Fyri at kunna gera veðurforsagnir, er tað neyðugt við ymsum upplýsingum.
?Og á DMI hava vit tað bestu tøknina, sum yvirhøvur finst á hesum øki.
? So tað er slett onki sum talar fyri, at ein veðurfrøðingur í Føroyum skuldi havt betri upplýsingar at arbeitt við, enn veðurfrøðingur í Keypmannahavn,
? Tað einasta, sum umræður, er at hava teir bestu útrokningarhættirnar, tær bestu fylgissveinamyndirnar og tær best veðurmátingarnar.
Og tær veðurmátingarnar fær DMI frá veðurstøðunum í Føroyum og frá skipum undir Føroyum.
Akkurát, hvar veðurfrøðingurin er staddur, hevur ongan týdning, heldur hann.
Ov fáar skrásetingar
Men Søren Olufsen sigur, at ein vansi í arbeiðnum at gera neyvar veðurforsagnir fyri Føroyar, er júst tað, at tað eru ov fá skip undir Føroyum, sum máta veðrið fyri DMI.
Hann sigur, at tað hevði hjálpt uppá støðuna, um DMI fekk fleiri mátingar frá skipum undir Føroyum.
Mátingarnar verða brúktar til at rokna út, hvønn veg lágtrýstini ferðast.
? Annars verður dúgliga granskað, hvussu tað kann lata seg gera at fáa betri veðurmátingar um fylgissvein.
? Men høvdu vit fingið fleiri skip undir Føroyum at gjørt veðurmátingar fyri okkum, hevði tað eisini verið ein stór hjálp.
Hann sigur at øll skip, sum hava samskiftisútgerð umborð, kunnu gera veðurmátingar.
Avtalað er gjørd við nøkur skip um at gera veðurmátingar. Talan er um nøkur farmaskip í fastari rutu. Men tey kundu verið fleiri, leggur hann afturat- og tað kundi saktans verið talan um fiskiskip.
Hann sigur, at tað er bæði ein fíggjarligur spurningur fyri DMI og fyri skipini, men tað er eisini ein spurningur um vælvildina hjá skipunum at gera veðurmátingar alt samdøgurið.
Hevur tú nakra viðmerking til, at nógvir føroyskir útróðrarmenn og fiskimenn halda, at veðurforsagnirnar hjá íslendsku veðurtænastuni eru nógv neyvari enn tær hjá DMI?
?Eg skilji ikki, hvussu tað kann bera til, tí veðurtíðindini hjá íslendsku veðurtænastuni eru bygdar á forsagnir frá DMI, sigur Søren Olufsen.
Ein skipari, sum vit hava tosað við, hevur reist spurningin um, hvussu nógva orku, tit niðri í Keypmannahavn leggja í at gera veðurforsagnir fyri hesar lítlu oyggjarnar uppi í Norðuratlantshavi?
? Veðurforsagnirnar fyri Føroyar verða gjørdar samstundis sum forsagnirnar fyri onnir øki, og tær verða gjørdur av sama veðurfrøðingi og uppá sama máti. So tað er ongin munur á.
Men sært tú so nakran sum helst møguleika fyri at fáa neyvari forsagnir fyri Føroyar?
? Betri mátar at rokna veðurforsagnir út og enn fleiri veðurmátingar frá fylgisveinum og skipum eru einastu møguleikarnir, vit hava til at gera veðurtíðindini neyvari.
? Og hættirnir at rokna forsagnir út, batna alla tíðina. So veðurtíðindini verða neyvari og neyvari.
Søren Olufsen sigur, at tað verður ongin fyrimunur at gera eina veðurstøð í Føroyum, tí eru upplýsingarnir nóg góðir, kann ein veðurfrøðingur í Keypmannahavn gera eins góðar forsagnir sum ein veðurfrøðingur í Havn kundi gjørt.
Annars sigur Søren Olufsen, at føroyskir útróðrarmenn og fiskimenn eru vælkomnir at ringja til DMI at spyrja um veður og vind, um teir ivast í nøkrum.
Nummarið er 00 45 39 15 700.
Meiri vindur á sjónum
Ein annar veðurfrøðingur á DMI, Lone Olsen, nevnir sama trupulleika, at Føroyar eru so lítlar, og at tað tí mangan er trupult at meta um, antin lágrýstini fara beint norðanfyri, ella beint norðanfyri Føroyar.
? Serliga trupult er tað at gera forsagnir, tá ið lágtrýstini fara heilt tætt framvið oyggjunum, tí mitt í lágtrýsitinum er vindurin minni enn annars.
?Tá ið so tann eina útrokningin sigur, at lágtrýstið fer beint sunnanfyri Føroyar, og ein onnur útrokning sigur, at tað fer beint norðanfyri, skal veðurfrøðingurin gita. Og ferðast lágtrýstið so kortini ikki heilt so tætt framvið oyggjunum, sum mett, kann gott henda, at tað verður meiri vindur, enn boðað er frá.
Tó heldur hon, at forsagnirnar fyri tað fyrsta samdøgurið eru nokk so neyvar.
? Men beinanvegin forsagnir skulu gerast 48 ella 72 tímar fram, verður óvissan størri.
? Forsagnirnar fyri tað fyrsta samdøgurið eru fyri tær ymsu sjóleiðirnar.
? Men forsagnirnar fyri annað, triðja, fjórða og fimta samdøgur, eru fyri oyggjarnar sum heild.
? Og har eru tað summir veðurfrøðingar, sum boða frá, hvussu veðrið er niðri við sjógvin, men aðrir boða frá, hvussu tað er í hæddini.
? Men yvirhøvur má sigast, at tað er meiri vindur á sjónum, enn tað er á landi.
?Sostatt eiga fiskimenn og útróðrarmenn at leggja eitt sindur afturat tí fráboðaða vindinum, tá ið talan er forsagnir, sum ganga longur enn 24 tímar fram, sigur Lone Olsen.
? Men tey, sum brúka veðurtíðindini, eiga at vita, at tað ber ikki til at taka eina oyggjaforsøgn fyri annað, triðja, fjórða og fimta samdøgur og flyta hana yvir á sjóleiðirnar uttan víðari.
Vit spurdu eisini hana, um hon hevði nakra meting av, hví føroyskir útróðrarmenn hildu, at íslendsku veðurtíðindini eru neyvari enn tey frá DMI.
? Tað dugi eg ikki at siga.
? Men íslendingar eru meiri vanir við fjøll og bjørg enn vit eru í Danmark. So kanska duga teir betri at meta um, hvussu vindurin ber seg, har nógv fjøll og nógv bjørg eru. Møguliga gevur tað teimum nakrar royndir at meta um veðrið á landi og beint framvið landi, sum vit ikki hava. ? Men eg veit ikki, um tað ger nakran mun, sigur Lone Olsen.
Í blaðnum í gjár greiddi Jógvan á Argjaboða á veðurstøðini í Havn frá, at ein skipan var ið nevndist HIRLAM, har tað vóru teldur burturav, sum roknaðu veðrið út, og tær forsagnirnar vóru sera neyvar.
Men veðurfrøðingarnir ikki brúka HIRLAM skipanina, tí hon var teldustýrd burturav.
? Har er broyting við at koma í, sigur Lona Olsen.
Hon sigur, at veðurfrøðingarnir hava fingið boð um at brúka HIRLAM og tað heldur hon, at teir allarflestu gera. Sjálv brúkar hon HIRLAM.
? Eg hyggi eftir hini skipanini og samanberi hana við HIRLAM. Og eru tær báðar skipaninar ikki ógvuliga ?ósamdar? um veðrið, brúki eg HIRLAM. Men hendan skipanin ger bara forsagnir 24 tímar fram.
Vit spurdu eisini danska veðurfrøðingin, um tað hevði verið nakar fyrimunir fyri okkum, um vit høvdu okkara egnu veðurtænastu.
? Tað veit eg ikki. Sum heild haldi eg ikki, at tað ger nakran mun. Møguliga kann tað gera ein ávísan mun á heilt avmarkaðum økjum.
? Men tað hevði verið ógvuliga lokalt. Og fyri forsagnirnar á sjóleiðunum, hevði tað ikki gjørt mun, sigur Lone Olsen.









