Nú verður lættari hjá lærarum og foreldrum at læra børnini um vandarnar í ferðsluni. Nýtt og umfatandi undirvísingartilfar er gjørt og liggur talgilt á føroyska undirvísingarportalinum Snar.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur saman við Námi og Tryggingarfelagnum Føroyar framleitt nýggja undirvísingartilfarið.
Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd er ikki í iva um, at nýtt og dagført undirvísingartilfar hevur stóran týdning, tá børn skulu læra at bera seg rætt at í ferðslu.
- Tilfarið, ið hevur verið nýtt í ferðsluundirvísingini higartil, er alt ov gamalt, og dagført undirvísingartilfar hevur leingi manglað. Í Danmark eru kanningar gjørdar, sum vísa, at nýtt tilfar ger stóran mun og hevur ávirkan á sjálva undirvísingina, og eisini hvussu børnini taka ímóti boðskapinum, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Í fjør varð farið undir verkætlanina at framleiða nýtt undirvísingartilfar. Tilfarið til ferðsluundirvísingina er serliga lagt til rættis við íblástri úr tilfarinum, sum tey brúka í Danmark og Norra.
- Vit hava kannað, hvussu tey gera við ferðsluundirvísing í grannalondunum, og á tí økinum er tað serstakliga londini Danmark og Norra, sum hava nógv nýtt, gott og talgilt tilfar, sum tey so nýta til fólkaskúlanæmingarnar har, sigur Brynhild Høgnadóttir og leggur afturat:
- Tað, sum vit síðani hava gjørt, er at umseta útlendska tilfarið og ikki minst tillaga tað til føroysk viðurskifti, millum annað við at tosa við løgregluna og onnur, ið kenna til ferðsluviðurskiftini her í Føroyum, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Nýggja undirvísingartilfarið kann síggjast her










