Betri telefonviðurskifti í Bø

Bíggjarfólk hava verið illa fyri við telefon í longri tíð. Men nú kemur vend í, sigur borgarstjórin

Telefonsamband

Bø:Telefonviðurskiftini í Bø fara at batna munandi heilt skjótt, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu.
Telefonsambandið hevur verið vánaligt í Bø í longri tíð, siga bíggjarfólk. Linjurnar hava verið ringar, og hoyrilíkindini hareftir. Og hjá onkurum hevur als eingin linja verið, so tey máttu klára seg við fartelefon.
?Men hetta verður nú broytt, tí nú er avtalað gjørd við Føroya Tele um, hvussu hetta skal loysast, sigur Jógvan Páll Joensen.
Einki veruligt kaðalhús hevur verið í Bø, sigur hann. Ælanin hevur so verið at bygt eitt nýtt hús til at savna kaðalar í, men tað hevur drigið út orsakað av útskifting, sum verið hevur í bygdini. Tað munnu vera eini tvey- trý ár, síðan nýggjur kaðal varð lagdur um alla bygdina, og Føroya Tele søkti um at sleppa at byggja eitt nýtt kaðalhús.
Men tað hevur ikki borið til at fingið ávíst nakað pláss at seta hetta nýggja húsið á, sigur borgarstjórin, tí eingin hevur rættiliga vitað, hvør eigur havt, fyrr enn útskiftingin er liðug.
?Nú er tað ofta so við slíkari útskifting, at kærur koma um avgerðir, tiknar eru, og so enda tær hjá ymsum kærustovnum, og tað tekur ofta tíð. Tá so ein avgerð er tikin, verður kært umaftur, og meira tíð gongur. Man ikki okkurt sovorðið eisini hava verið uppi í, nú útskift er í Bø? spyr borgarstjórin.
Hann sigur, at okkurt hús hevur ligið heilt uttan telefonlinjuní eitt ár, og tey hava so verið noydd at brúkt fartelefon. Og internet er ikki hugsingur um, sum er.
Men nú er semja gjørd í seinastu viku um, hvar hetta nýggja kaðalhúsið skal standa, so nú verður heilt skjótt, til telefonviðurskiftini í Bø verða í lagi, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu.