Kirkjutíðindi
Í Kvívíkar Kirkju kappa teir av stólunum fyri at fáa betri pláss eftir gólvinum. Men teir missa einki sitipláss kortini.
Teir stytta stólarnar í kirkjuni, umframt at teir eisini verða gjørdir breiðari, sigur Grækaris A. Joensen, kirkjuráðsformaður í Kvívík, sum eisini stendur fyri arbeiðinum í kirkjuni.
Støðan var tann, sigur hann, at tað var so mikið trongligt á miðjuni millum stólarnar, at tað var eitt sindur tvørligt at bera eina kistu út úr kirkjuni. Eisini vóru stólasetrini so smøl, at hildið varð frægast at at breiðka tey, eins og pútur eisini verða lagdar á stólarnar.
Stólarnir í Kvívíkar Kirkju hava annars verið brúktir í sama líki í 99 ár. Næsta ár fyllir kirkjan 100 ár.
Spurdur um grundin til, at stólarnir nú skulu breiðkast, er tann, at stellini á kvívíkingum eru vaksin, flennir kirkjuráðsformaðurin bara og vil líkasum ikki siga nakað um tað.
Grækaris A. Joensen sigur, at teir taka 10 sentimetrar av hvørjum stóli. Men hóast hetta verður gjørt, samstundis sum stólarnir verða breiðkaðir, missir kirkjan einki sitipláss. Hvørki soleiðis, at breiðaru stólarnir taka nakað rað burtur, ella í tali út og inn í sjálvum stólinum.
?Tað var so mikið rúmligt at sita út og inn í stólinum, at hesir 10 sentimetrarnir merkjast ikki. Kanska sita vit eitt sindur tættari, Men tað er bara tað hugnaligari, sigur hann.
Tað stendur víðkan av krikjuni fyri, greiðir kirkjuráðsformaðurin frá. Men nú so nær er komið 100 ára degnum, hava tey gjørt av at bíða við størri arbeiði, til eftir hátíðarhaldið.
?Tað verður einki gjørt í ár ella næsta ár. Nú skal kirkjan sleppa at hava sama skap, sum vit kenna hana við, til føðingardagurin er farin.
Ætlanin er at byggja upp í kirkjuna. So ella so, sigur kirkjuráðsformaðurin, tí talan er um ein leysan bygning, sum skal bindast saman við kirkjuni við einum millumbygningi av glasi.
Bygt verður í forleingilsi av kirkjuni niðaneftir, sigur hann. Ætlanin er at byggja rúm til konfirmantar, ymsar fundir og tílíkt, sigur Grækaris A. Joensen, kirkjuráðsformaður í Kvívík.









