Betri og tryggari bátahylur í Hvalvík

- Vit hava betrað um bátahylin í Hvalvík í stigum, og nú er grótarbeiðið mest sum liðugt, sigur Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu.

Bátahylurin í Hvalvík, sum serliga fólk í Hvalvík og Streymnesi brúka, er útbygdur, og hylurin er vorðin nógv kyrrari.

Arbeiðið er gjørt í stigum yvir eini trý ár, soleiðis at hetta ikki legði ov stórar byrðar á kommunala pengapungin.

- Nú er grótarbeiðið mest sum liðugt, men brúgvarnar eru eftir. Vit hava ikki endaliga gjørt av enn, um talan verður um at leggja nakrar brúgvar út aftrat – ella um talan verður um fastar brýr. Tá hetta arbeiði er gjørt, er hylurin perfektur, sum Trygvi K. Joensen tekur til.

Birgir W. Høgnesen tók hesa myndina, tá skipað varð fyri bátatreffi í Hvalvík fyri tveimum vikum síðan.