Betri fíggjarligur stuðul fyri at lesa heima við hús


Føroyingar, sum útbúgva seg við fjarlestri á internetinum, skulu nú hava betri fíggjarligar umstøður.

Tað heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá teimum, sum lesa við fjarlestri.

 

Bjørn Kalsø vísir á, at tey, sum lesa fulltíðar útbúgvingar, sum eru góðkendar av donsku stuðulsskipanini á donskum útbúgvingarstovnum, kunnu fáa lestrarstuðul úr donsku SU-skipanina.

 

Men arbeitt hevur eisini verið við at gera eina føroyska stuðulsskipan, sum kann veita stuðul til fjarlestur til góðkendar útbúgvingar og har eingin lestrarstuðulsskipan er fammanundan.

Bjørn Kalsø sigur, at hann miðar eftir at kunna leggja eitt lógaruppskot um stuðul til fjarlestur fyri løgtingið í vár.