Betri bjóðar akutta sálarfrøðiliga kreppuhjálp í kvøld

Í samband við ógvusligu hendingarnar í dag – og óvissuna í nátt – veitir Betri Trygging kundum sínum sálarfrøðiliga kreppuhjálp í kvøld. Til ber at ringja inn og tosa við ein sálarfrøðing til kl 23 í kvøld.

 

Tað skrivar Betri í fráboðan í kvøld.

Í dag hevur ógvusliga veðrið rakt hart. Nógvir stórir skaðar eru hendir, fólk eru send frá húsi og heimi - og hjá fleiri kundi havt endað heilt galið. Sambært veðurforsøgnunum er vandin ikki av enn.

Slíkar ógvusligar hendingar, sum hendar eru í dag - og óvissan hesa komandi náttina - kunnu seta seg í sinnið og ávirka í langa tíð. 

Betri Trygging veitir tí kundunum sálarfrøðiliga kreppuhjálp í kvøld 19.12.22.

Kundar hjá Betri Trygging kunnu ringja á tlf 548888, og so seta vit teg í samband við ein sálarfrøðing.

Sálarfrøðingurin svarar millum kl 21 og 23 í kvøld.