Betraði metið við hálvumtriðja sekundi

Signhild Joensen setti nýtt juniormet á SuSvim Open í Vági leygardagin.

Signhild Joensen úr Ægir setti nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing leygardagin á SuSvim Open í Vági, veit svimjing.com at siga frá.

 

Hon átti sjálv gamla juniormetið, sum var 2:18.17 frá FøroyaMeistarastevnuni í mai, men í Vági knústi hon hetta metið og kom á mál við tíðini 2:15.64, hálvttriðja sekund skjótari. 

 

Hon nærkast tí av álvara føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre. Hon svam teinin upp á 2:15.15 í donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007.

 

Sambært svimjing.com stóð Ægir seg best sum felag á Susvim Open. Felagið vann flestar gull, 15, og flestar medaljur tilsamans, 34, harav 5 silvur og 14 bronsu. Susvim vann 12 gull, 12 silvur og 6 bronsu, 30 tilsamans, meðan Havnar Svimjifelag vann 5 gull, 15 silvur og 12 bronsu.

 

Tríggir svimjarar vunnu fimm gullheiðursmerki. Sára R. Nysted vann fimm gull og fýra silvur, Róland Toftum vann fimm gull, tvær silvur og eina bronsu, meðan Alvi Hjelm vann fimm gull, eina silvur og eina bronsu.

 

Sára R. Nysted og Óli Mortensen vunnu flest heiðursmerki, nýggju hvør. Óli vann fýra gull, fýra silvur og eina bronsu.

 

Hetta var allarhelst seinastu ferð, at kappast var í svimjihylinum í skúlanum í Vági. Pálshøll opnaði fyri stuttum og 11. til 13. mars næsta ár verður skipað fyri FM í langgeil í Vági. Væntandi fer SuSvim Open eisini at verða hildið í Pálshøll framyvir.