Bestu liðini í 1. deild møta sterkari eykaliðum nú (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum Kenneth Hovgaard (Giza Hoyvík), Karl Vidtfeldt (B71) og Dan Petersen (ÍF) søgdu seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið" sum var beinleiðis á FM1 seinnapartin.

 

Luttakarar í fótbóltspanelinum vóru Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík, Karl Vidtfeldt, formaður í B71 og Dan Petersen, formaður í ÍF.

 

Tað er tungt hoyggj fíggjarliga at reka eitt fótbóltsfelag sum er langt burtur frá teimum stóru inntøkunum, men B71, ÍF og Giza Hoyvík hóra undan, enn. 

 

Ítróttarliga hava feløgini sum hava sítt besta lið í næstbestu deildini fingið tann trupuleikan, at feløgini sum hava eykalið í næstbestu deildini kunnu brúka spælarar sum bara eru eykaspælarar í Betrideildini til at spæla heilar dystir í næstbestu deildini. Teir tríggir formennirnir staðfesta, at tað hevur havt ávirkan á kappingina higartil, at eykaliðini í 1. deild ofta stilla við sterkum liðum. 

 

Kenneth Hovgaard, Karl Vidtfeldt og Dan Petersen svaraðu eisini spurningum frá lurtarunum. Til umrøðu var eisini hvør kappingarleistur man verða tann frægasti til bestu og næstbestu deildina fyri at fáa eina meira spennandi kapping. 

 

Í morgin klokkan 14 sigur Petur Asbjørn Lervig frá dystinum millum ÍF og KÍ í 1. deild. Upptaktin í 1. deild byrjar klokkan 13.45 leygardagin.