Besti Jóansøkufestivalurin higartil

Jóansøkufestivalurin var hildin á keiini á Tvøroyri leygarkvøldið, og eg haldi at øll lættliga kunnu koma ásamt um, at kvøldið var sera væleydnað og væl fyriskipað, og øll vóru glað og væl nøgd.

Mín Jóansøkufestivalur


Steintóra Joensen er 16 ára gamal skúlanæmingur og úr Vági. Hon hugleiður her um sín Jóansøkufestival:



Hóast eg í byrjanini var eitt sindur dømandi viðvíkjandi høvusnøvnunum, ið vóru John Lawton úr Uriah Heep, og Teitur Lassen, so vil eg siga, at tað var tann mest væleydnaði festivalurin av teimum trimum, sum hava verið seinastu trý árini. Men eingin festivalur uttan gott veður - veðrið var av tí allar fagrasta, og stemningurin var sera góður; serliga ímóti endanum.

Fyrstu trý nøvnini á festivalinum vóru AblaZe, No Refund, Forgery; sum allir eru mannaðir av ungum, evnaríkum tónleikarum ymsastaðni úr oynni. Framførslurnar hjá teimum trimum bólkunum eydnaðust sera væl, hóast áskoðaratalið tíverri kundi verið hægri.

Aftaná hetta skuldi Crawling Blue á pallin. Teir eru ein væl samanspældur bólkur, og eisini eru teir nakrir av Føroya royndastu tónleikarum. Teir settu av álvara sín dám á festivalin við sínum blues-løgum, sum eg sjálv haldi eru sera vælskrivaði, og av tí at mær dámar tónleikin hjá teimum væl, var eg sera spent til at hoyra teir, og skuffað var eg ikki.


Skuldu spælt seinni

Tá Crawling Blue høvdu spælt, skuldu Side Effect á pallin. Side Effect spæla elektroniskan, villan techno-rock. Eg hoyrdi teir á fyrsta sinni á Ólavsøkukonsertini, og tá var eg ovfarin, tí eg hevði ongantíð hoyrt slíkan tónleik fyrr. Bólkurin er tó ikki heilt nýggjur, hann var stovnadur í 1999, og fevndi tá bert um Brynjolf á Heygum. Síðan tá eru komnir tríggir afturat; Ludvík Breckmann, Rúni Christiansen og Svein Gaard Olsen. Tað er ordiliga skeg at síggja, hvussu nógva orku teir leggja í hvørt lag, og á pallinum spara teir ikki uppá kreftirnar. Teir høvdu eina góða framførslu, men stóð tað til mín; so skuldu teir spælt seinni um kvøldið. Teir spældu í so tíðliga, og tað var harmiligt, tí teir duga væl at framføra, teir duga eisini væl at fáa fólkið við; og skuldu tískil bíða til tað vóru komnir fleiri áskoðarar.

Tá Side Effect høvdu fingið tað út, sum teir høvdu uppá hjarta, skuldi Brandur Enni á pallin, og hann var eisini tað navnið sum eg, persónliga, hevði glett meg mest til. Hann gongur í løtuni í skúla í Svøríki, og eg veit. at hann hevur ment seg sera nógv sum tónleikara seinastu tíðina. Hann sang nøkur løg, hann sjálvur hevur skrivað, har øll vóru líka góð, og so sang hann t.d. eisini sangir sum Heimið og Waiting In The Moonlight, sum vit kenna frá hansara fyrstu fløgu. Brandur er ein evnaríkur tónleikari, sum enn hevur nógv eftir at læra, men at framføra fer hann neyvan at duga betur, tí eftir mínum tykki var hansara ein tann besta tað kvøldið. Við sær hevði hann beiggja sín, Trónd Enni, sum eisini er virkin tónleikari í løtuni. Eisini hevði hann ein ungan mann á klaver, og ein á trummum.


Populerir harrar

Tá klokkan var farin av 21:00, skuldi fyrra høvusnavnið, Teitur Lassen á Stóra Pallin. Eg havi ongantíð hoyrt hann live, so eg var spent uppá hesa framførsluna. Hann er í løtuni fløgu-aktuellur við fløguni, 'Káta Hornid', og hevur hon fingið framúr góð ummæli.

Hann var sannførandi í sínari framførslu, og eisini hevði hann nógv gott at bjóða uppá. Nógv fólk vóru komin at síggja framførsluna, og eisini var stemningurin góður teir 30 minuttirnir hann prógvaði at hann er ein av okkara evnaríkastu tónleikarum.

Aftaná skuldi so sjálvur Eyðun Nolsøe á pallin. Eyðun Nolsøe, hevur verið ein av okkara virknastu tónleikarum seinastu árini, og aldrin verður ein skuffaður. Fløgan sum hann fyri stuttari tíð síðan, gav út 'So nógvar røddir', hevur eins og tann hjá Teiti fingið framúr góð ummæli. Hann átti heilt klárt eina av teimum bestu framførslunum, og hann var tann, sum dugdi best at fáa fólkið við, við sínum kendu og eisini minni kendu - men góðu løgunum. Av fløguni spældi hann t.d. 'So nógvar røddir' og 'Hvønn dag', sum uttan iva teljast ímillum hansara bestu løg, og eisini kom lív í áskoðararnar, tá hesi løgini vórðu spæld. Men av álvara kom lív í, tá løg sum 'Dupultsong' og 'Dansa' vórðu spæld. Við sær hevði hann eitt gott orkestur, sum var mannað av Rógva á Rógvi, Arnoldi Ludvig, Pæturi við Keldu og Leivi Thomsen. Hendan framførslan telist uttan iva millum tær bestu leygarkvøldið, og í mongum hugaheimum; tann besta.


Easy living

Síðan átti gamla Uriah Heep-stjørnan tørn. John Lawton kom vælupplagdur á pallin og saman við Deiggj høvdu teir eina feita framførslu. Hóast vit ungu ikki kenna serliga nógv til Uriah Heep, so vóru fólk í øllum aldursbólkum til konsertina. Lagið var sera gott á áskoðarunum og ikki minni gott á John Lawton. Hann dugdi væl at framføra, og saman við Deiggj sang hann tey góðu og gomlu Uriah Heep-løgini. Serliga løg sum 'Easy Living' og 'Free me', fingu rættiligt lív í áskoðarafjøldina, og flestu okkara kundu hugsað okkum at staðið og lurta longri, tá konsertin kom at enda.

Aftaná kom Jack Petersen á pallin at lesa yrkingar, og eisini nógv fólk vóru samlaði á festivaløkinum tá. Ímillum allar framførslurnar sang Terji Rasmussen inni á Pubbini, og tað riggaði sera væl.

Alt í alt var Jóansøkufestivalurin sera væleydnaður, og saman við tónleikarunum fingu áskoðararnar eina uppliving við mongum ymiskum sløgum av tónleiki. Tíðarætlanin var hildin, og ongantíð bíðaðu vit leingi eftir, at tónleikararnir skuldu byrja. Veðrið var sum sagt av tí fagrasta, eitt lítið lot, men ikki kalt. Àlítandi keldur siga, at um túsund fólk vóru samlaði leygarkvøldið á festivaløkinum, sum var á keiini á Tvøroyri.