Saman við manninum Niklas hevur hon í ár satsað uppá danska marknaðin. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið eina fløgu út, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart.
Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennar ómetalig inniliga rødd, rørir nógv, tá hon syngur sínar søgur. Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Cant Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark.
Atkvøða: Send »pla bk 4« til 1441