Besta loysnin er ein tunnil undir Havnini

Tórshavnar Býráð vil helst hava, at ein partur av tí nýggja Ringvegnum omanfyri Havnina verður lagdur í ein tunnil tunnil

Ringvegur

Tað besta hevði verið at lagt ein part av tí nýggja ringvegnum, sum skal gerast omanfyri Havnina, í ein tunnil.
Tað heldur meirilutin í Tórshavnar Býráði.
Tað var júst málið Ytra Ringvegin í Havnini, sum førdi til rok í Tórshavnar Býráð hóskvøldið og sum endaði við, at teir tríggir býráðslimirnir í minnilutanum, Jan Christiansen, Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen, rýmdu av fundi.
Ætlanin hevur í nógv ár verið at gera ein ringveg frá Oyggjarvegnum, undir Krákugjógv framvið traðunum við Villingadalsvegin og so binda í onkustaðni á Sandvíkum.
Hetta var ein verkætlan, sum landið og kommunan skuldi betala hvønn sín part av.
Men á býráðsfundi hósdagin samtykti býráðið, at tað tekur ikki undir við ætlaðu linjuføringini úr Krákugjógv undir Húsareyni norður í Sundsvegin.
Meirilutin í Býráðnum sigur, at nógv er broytt á samferðsluøkinum seinastu seinastu 20 árum síðani. Fast samband er í Vágar og skjótt er eisini koyrandi undir Leirvíksfjørð. Um fá ár verður tunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreym ætlandi veruleiki og afturat hesum skulu vit at rokna við føstum sambandi í Sandoy.

Tunnil er besta loysnin
Men meiilutin í Býráðnum hevur eisini rættiliga nógvar atfinningingar ímóti ætlanin at leggja ringvegin, har ætlanin er.
Hann fer at elva til langar bíðirøðir út á vegir, har ferðslan frammanundan er nógv.
Somuleiðis fer vegurin gjøgnum bygt øki og tað eiga vit ikki at góðtaka úttan víðari nú á døgum.
Nógv ognartøka skal til eftir øllum teininum. Vegurin liggur í einum skráa við vanda fyri grót- og áarlopi og nógvur kavi legst á teininum og tí fer hann at krevja nógva rudd-ing.
Tí heldur býráðið, at besta loysnin er at leggja vegin í tunnil.
Ein tunnil leggur so at siga einki øki undir seg og fer at lætta um á kommunala veganetinum.
BÅÆr__i_ nevnir onki um, hvussu st_rur partur av vegnum skal leggjast _ tunnil, men Katrin Dahl Jacobsen, sum n_ er bÅÆr__slimur og sum var tinglimur _ seinasta valskei_i, f_rdi einafer_ fram _ tinginum, at ver_ur ein so st_rur partur sum gj_rligt, lagdur _ tunnil av teininum fr_ Oyggjarvegnum ella Marknagili til Millum Gilja og kanska til Sandv_kar, hev_i ta_ eirt ein st_ran part av t_ avmarka_a lendinum, sum er.
Men ber ikki til at gera ein tunnil, heldur meirilutin í Tórshavnar Býráði, at vegurin skal í øllum førum leggjast upp um Húsareyn.
Meirilutin í Býráðnum mælti tískil til at beina málið í teknisku nevnd, sum skal arbeiða víðari við tí og leggja tað aftur fyri býráðið.