Bersøgin ævisøga

Hóast hann sjáldan vildi tosað við miðlarnar, so merkir hetta ikki, at Allan Simonsen ikki vildi sleppa at siga frá tilveruni.

Men royndirnar um eina altíð sensatiónshungrandi pressu – ikki minst í Spania - mundu eisini gera sítt til, at Allan sjálvur vildi seta dagsskránna í tí, sum skrivast skuldi.

Tað gjørdi hann so sanniliga eisini, tá hann í 2008 gav út bókina, Europa’s bedste – 30 år efter.

Her greiðir Allan millum annað frá ótrúskapi og hjúnarskilnaði. Eitt evni, sum hann støðugt noktaði at gera viðmerkingar til í fjølmiðlunum.

Eisini greiðir hann frá, hví hann – eftir eitt ikki serliga væleydnað tíðarskeið í Vejle - valdi at fara til Føroya, eftir hann áður hevði sagt nei-takk til skotska landsliðið og stór feløg í bæði Týsklandi og Spania.

- Nógv fólk vóru kløkk, tá eg gjørdist landsliðsvenjari í Føroyum. Eingin segði tað beinleiðis, men fleiri donsk bløð skrivaðu eitt sindur spyrjandi, hvat eg í allari víðu verð skuldi í Føroyum, skrivar Allan Simonsen í nýggju bókini.

Orsøkin til, at Allan Simonsen tók av venjarastarvinum í Føroyum var, at hann fekk frið at byggja nakað upp, og honum dámdi uppgávuna, hóast hann kundi fingið tíggju ferðir so høga løn aðrastaðni.

- Eg var yvirraskaður, tá teir (FSF) ringdu og bóðu meg koma á fund. Vit prátaðu fyrst í Keypmannahavn, og síðani fór eg til Føroya. Eg fekk carte blanche til at gera, júst eg vildi. Eingin blandaði seg uppí, øll vildu samstarva, og saman gjørdu vit Fótbóltssambandið meira professionelt. Vit náddu rættiliga langt tey átta árini, skrivar Allan Simonsen millum annað í bersøgnu sjálvsævisøguni.