Berlinmúrurin kúgaði í 28 ár

Í dag eru 30 ár liðin, síðan Berlinmúrurin fall

9. november 1989 var størsta hendingin í europeiskari søgu aftan á 1945, tí tá fall Berlinmúrurin. 

Tað eru nógv ting, sum spæla inn fyri, at múrurin fellur júst hin 9. november 1989. Eitt, sum hevur stóran týdning fyri gongdina er, at kommunistiska stýrið í Ungarn fjernar stikið, sum higartil hevði staðið á markinum millum Ungarn og Eysturríki. Fleiri DDR-borgarar eru um hetta mundið í Ungarn og halda feriu, og teir finna so út av, einki forðar teimum í at fara tvørtur um markið til tað demokratiska Eysturríki. Fleiri enn 60.000 DDR-borgarar fara á "feriu" og flýggja gjøgnum Ungarn í 1989.

Erich Honecker og hansara menn blíva desperatir, tí hetta kann ikki halda fram. Men teir kunnu heldur ikki tvinga ungararnar at steingja markið.

DDR ger av at linka krøvini fyri innferðarloyvið, soleiðis at øll kunnu ferðast frítt tvørtur um markið millum DDR og BRD, tí nú var trýstið frá misnøgdu borgarunum ógvuliga stórt. Hesi tíðindini skal DDR-politikarin Günter Schabowski bera á tíðindafundi hin 9. november 1989 fyri journalistum úr øllum heiminum. 

Tá hann lesur boðini upp, verður hann bilsin, tí hann visti ikki framman undan, hvat stóð á pappírsarkinum, sum hann hevði fingið frá nýggja leiðaranum, Egon Krenz. Eingin skilir nakað, og so spyr ein journalistur, nær nýggja reglugerðin um innferðarloyvi kemur í gildi - tá svarar Schabowski: "Alt fyri eitt".

Týskarar trúgva ikki sínum egnu oyrum. Gøturnar fyllast beinanvegin við begeistraðum fólki framman fyri portrini við mørkini, og øll vilja vita, um hetta veruliga passar. Vaktirnir hava eingi boð um nýggju reglugerðina fingið, so teir vita ikki síni livandi ráð. Teir kunnu jú ikki loyva sær at skjóta eftir stóru mannamúgvuni, tí so verður tað eitt blóðbað, og hesi nógvu túsund fólkini kunnu lætt yvirmanna teir. Tí er tað, sum hendi her, uppá nógvar mátar eitt mistak.

Hurra!

Klokkan 23:30 sama kvøld hin 9. november 1989 yvirgevur DDR-stýrið seg og ger tað frítt hjá øllum fólkunum at fara um markið millum Vestur- og Eysturberlin. Fólk í túsundatali streyma inn í Vesturberlin, har tey lokalu standa klár at taka ímóti teimum við sjampagnu og blomstrum.

Hendan náttin verður ein sonn veitsla í ótrúligari eufori, har týskarar hálsfevnast og gráta av gleði. Á sjálvum Berlinmúrinum standa túsundatals fólk og dansa fyri at njóta sína nýggju fríheit aftaná 28 ára kúgan, og familjur og vinfólk frá báðum verða samlaði aftur.

##med2##

Týskarar í hópatali taka hereftir sjálvir initiativ til at oyðileggja tann nú óneyðuga múrin við hamara. Fáar dagar seinni verður stórur partur av Berlinmúrinum so oyðilagdur við bulldozarum.

Eitt lítið ár seinni verður DDR søga. DDR letur seg uttan svørðslag útsletta sum stat, og tað samlaða Týskland, sum vit kenna tað í dag, sær dagsins ljós.

Í Vikuskiftis Sosialinum hesa ferð hava vit stórt tema um Berlinmúrin. Til ber at lesa søguliga frágreiðing um, hví múrurin varð bygdur HER, og annars ber til at lesa Sosialin, sum er til sølu í sølubúðunum kring landið.