Bergur mitt í gandaverðini

Fimta bókin um Harry Potter á føroyskum er gáttini. Hon hevur fingið heitið »Harry Potter og Føniksfylkingin«. Bergur Rasmussen týddi. Vit hava hitt Berg til eitt prát um Potter, týðing og J.K. Rowling

Fimm milliónir tekn eftir trimum mánaðum.
Tað sigur ikki so lítið um, hvussu stór uppgávan var, sum Bergur Rasmussen tók á seg, tá hann játtaði at týða ta fimtu bókina um Harry Potter eftir J.K. Rowling. 33 ára gamli Bergur er tann triði týðarin í røðini. Undan honum hava Gunnar Hoydal, sum týddi tríggjar tær fyrstu, og Malan Háberg, sum týddi ta fjórðu, gjørt sína skyldu.
? Tað er ein stór ábyrgd at týða slík stórverk til føroyskt. Tú skalt vera trúgvur ímóti upprunatilfarinum, og tú skalt liva upp til allar vónirnar, sum eru millum bæði børn og vaksin. Er tað ikki nóg gott, sum tú letur úr hondum, so lata fólk bara vera við at lesa tað og fara yvir til at keypa danska tilfarið, sigur Bergur Rasmussen.
Hann er komin ígjøgnum ta fyrstu gjøgnumskrivingina, hevur fingið rættlesturin aftur og setir rættingarnar inn, áðrenn hon aftur verður gjøgnumgingin.
? Tað er farið at líkjast nøkrum, og rættlesturin hevur hjálpt væl. Eg taki tær flestu rættingarnar við, men lati eisini nakrar fara framvið. Eg ansi eftir, at tað ikki verður hyper-korrekt! Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at samrøðurnar eru trúligar. At tær ljóða sum samrøður millum børn í hesum aldri. Annars missir bókin lív, sigur Bergur Rasmussen.
Tríggir mánaðir
Tað hevur verið strævið, viðgongur Bergur, sum fekk bókina at týða á jóansøku 24. juni og læt fyrstu týðingina inn 24. september. Hann hevur týtt eftir ensku upprunabókini, sum er 760 síður til støddar. Nú hevur hann 500 A4 síður í telduni. Ella 5 milliónir tekn.
? Tað hevur verið krevjandi, og eg havi roykt eina millión sigarettir. Tey siga, at vit høvdu eitt gott summar, men tað kenni eg einki til. Eg havi sitið inni heilar dagar fyri at fáa tað avgreitt til tíðina, og hetta er so nógv tað størsta arbeiði av hesum slagi, eg havi verið úti fyri. Men tað hevur eisini verið spennandi, sigur Bergur Rasmussen.
Hann er kanska mest kendur fyri at hava týtt tær fimm bøkurnar um Tsatsiki áður. Hann hevur undirvíst á tekniska studentaskúlanum í Klaksvík, men í løtuni er hann vikarur í Kommunuskúlanum í Havn, har summi børn hava frætt, at hann er maðurin, sum týðir teirra yndisbók.
Næsta ár kemur tann fyrsta bókin av trimum um Arthemis Foul, sum Bergur Rasmussen eisini hevur týtt. Hetta er eitt slag av kriminellum síðustykki til Harry Potter og stórar vónir eru til hana.
? Arthemis er ein gemenur bandittur og tað er befríandi. Harry Potter ynskir heldur ikki at vera so góður, og soleiðis er tað ofta við frelsandi einglum. Ein prestur segði einaferð mær, at tann frelsarin, sum ikki vil vera frelsari, er ofta tann rætti. Tann, sum sjálvur sigur seg vera tað, er sjáldan tann rætti, sigur Bergur Rasmussen.
Potter-fjeppari
Aftur til Harry Potter. Bergur Rasmussen var ikki bangin fyri at taka uppgávuna á seg, tá hann varð spurdur. Hann er sjálvur Harry Potter fjeppari, og hevði eitt nú lisið tvær tær fyrstu bøkurnar á enskum, áðrenn tær blivu umsettar til føroyskt, og hann eigur filmarnar. Men hvat er tað, sum er so serligt við lítla gandakallinum við teimum rundu brillunum.
? J.K. Rowling hevur rakt eitt rák. Hon hevur definerað tíðarandan. Kanska eru fólk eitt sindur troytt av sosial-realismuni, men fyrst og fremst dámar børnum eina góða søgu, og tað eru bøkurnar um Harry Potter. Tær hava eisini nógv element til eina spennandi og góða bók. Hon er eitt sindur politiskt ókorrekt. Her er gandur, trøll, kentaurar, einhyrningar, spádómur og annað ókristiligt. Børn í dag hava so nógv tilboð, sum ikki eggjar til fantasi, og á tann hátt er hon genial. Hon rakar breitt, og fólk kenna seg aftur, sigur Bergur Rasmussen.
Harry Potter er næstan eitt slag av einum frelsara í einum ókristiligum heimi. Foreldraleysi drongurin klárar ferð eftir ferð at vinna á tí ónda, og fólk vænta sær nógv av honum. Í fimtu bókini er alt hetta um at ganga honum upp á nervarnar. Fólk eru farin at ivast í, um tað, hann fortelur, er satt, og nógv halda hann billa teimum inn, at hann aftur hevur vunnið á tí ónda Voldemort. Harry er eisini vorðin tannáringur og ger tey fyrstu fetini inn í vaksna heimin. Hann er vorðin forelskaður í gentuni hjá Cedric, sum doyði í fjórðu bók, og eitt afturvendandi tema er teirra trilvandi royndir at samskifta.
Arvar gott og ringt
Bergur Rasmussen er hugtikin av, hvussu væl J.K. Rowling skrivar og fær allar træðrir at ganga upp í eina hægri eind, og hann trýr teimum, sum siga, at hon hevur lagt eina ætlan niður í hvønn smálut, áðrenn hon fór at skriva.
? Tað kann væl vera, at bøkurnar selja væl, tí tær eru so væl marknaðarførdar. Men tú blívur ikki við at selja, um vøran er vánalig. Hetta er ein væl skrivað bók, sum rakar tíðarandan. Tey siga, at Rowling er vorðin høvuðrík. Um hon hevur fingið børn at lesa bøkur aftur, so má hon gjarna vera milliarderur fyri mína skyld, tí tað er eitt bragd, sigur Bergur Rasmussen.
Hann minnist afturá, tá hann sat til frílesing í fólkaskúlanum og hevði lisið allar tær føroysku bøkurnar, tí so fáar vóru at velja í. Tað er ein orsøk til, at hann týðir, sigur hann, og rósar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri at geva føroyskum børnum høvi at lesa góðar bøkur á føroyskum.
Tað hevur bæði sínar fyrimunir og vansar, at vera tann triði, sum týðir eina bókarøð, heldur Bergur.
? Tíbetur verður Harry eldri, og tí kann hann eisini broytast eitt sindur og fáa eitt annað mál. Men leisturin er líkasum lagdur. Tað kann vera strævið, men tað er eisini gevandi. Eg arvi tey góðu hugskotini, men eg arvi eisini tær gomlu syndirnar. Eg kann kopiera tey góðu tingini, men eg kann eisini vera noyddur at brúka tað, sum tykist mær tungt. Tað eru treytirnar, sigur Bergur Rasmussen.
Hann lovar spenning og okkurt óvæntað í fimtu bókini. Millum annað er ein nýggjur persónur, sum tosar avkubbað havnarmál, og ein superskálkur í appelsingulum kjóla, sum er eitt ótespiligt upplivilsi. Men tað mugu børn og vaksin sjálv lesa seg til.