Landsliðsúttøka
Tað hevur oftani verið so, at ein nýggjur spælari er tikin við á seinastu landsliðsferðina á árinum sum eitt slag av heraklappi fyri eitt gott kappingarár.
Soleiðis var tó ikki í fyrsta umfari, tá Henrik Larsen boðaði frá, hvørjar spælarar hann ætlaði at hava við sær til Ísrael. Her taldi hópurin flestu av teimum, sum gjøgnum árini hjá Henrik hava tænt bæði honum og landinum, og sum so var tað kanska heldur ikki so óvæntað, nú venjarin fyri seinastu ferð skal hava ábyrgdina av liðnum.
Vildi ikki satsa
Men fríggjakvøldið kom so avboð frá Jákupi á Borg.
- - Eg fekk eitt lítið trælær í dystinum móti VB, men eg spældi tó dystin lidnan kortini. Síðani hevur tað tó víst seg, at hetta hevur sitið rættiliga djúpt, og fysioterapeuturin hjá okkum hevur sagt, at eg helst skal binda frið eina heila viku afturat. Og tá talan er um somikið langa ferð sum til Ísraels, so haldi eg tað vera eitt sindur býtt at fara við, og so satsa upp á at tað gongur. Tá er tað helst betri, um ein spælari, sum við vissu er klárur, fer í mínum stað, segði Jákup sjálvur við sportalin, og tað gjørdi tað so neyðugt hjá landsliðsvenjarunum at finna nýggjan spælara.
Júst kantspælarar eru ikki teir, sum tað eru flestir av í føroyskum fótbólti, men valið fall á Berg Midjord úr B36, sum ongan tíð áður hevur verið á A-landsliðnum.
Men í veruleikanum var valið kanska ikki heilt so óvæntað kortini. Bergur hevur í ár verið ein sera týðandi partur av oddastríðnum hjá B36, har hann við ferð og góðum arbeiðsavrikum hevur avrikað nógv í spælinum. Bæði í álopinum og á kantinum.
Og skal tosast um dystir á grasi, so hevur 20 ára gamli spælarin longu prógvað, at hetta er nakað, sum hann trívist sera væl við. Í øllum førum mundi hann vera millum bestu spælararnar hjá B36 í góða UEFA-Cup avrikinum, og í teimum trimum dystunum, sum hann spældi í kappingini, eydnaðist honum at skjóta trý mál.
Eisini í fjør var hann málskjútti hjá B36 í altjóða høpi, so illa kann sigast annað, enn at hann trívist væl á grasi.










