Bergen Swim Festival: Føroyingar gera bart

Pál Joensen, Óli Mortensen, Eyðbjørn Joensen og Magnus Jákupsson hava allir svomið seg í finalurnar í Bergen Swim Festival, sum vera seinnapartin.

Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, setti fyrrapartin nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing á Bergen Swim Festivall 2011 í Noregi. Hann kom á mál við tíðini 2:08.70. Hann átti eisini gamla metið frá SuSvim-stevnuni í november í fjør. Tá svam hann teinin við tíðini 2:10.51. Magnus Jákupsson er eisini víðari til ?knock-out? finaluna fyri eldru juniorarnar í 50 metra rygg, umframt 200 metra blandað.

 

Pál Joensen svam seg í finaluna í 100 metra frí við 51.77. Vágbingurin var nummar tvey, aftan fyri svenska Stefan Nystrand, sum kom á mál við tíðini 51.74.

 

- Út yvir sjálvar finalurnar, so verður nú spennandi at vita, um Pál Joensen sleppir at varðveita sítt fyribils úrslit sum besti svimjari á stevnuni, frá tá ið hann skoraði 850 stig í 400 frí. Ger hann tað, so verður hann formliga skýrdur besti svimjari á stevnuni, og fær eina fitta virðisløn, men serliga Stefan Nystrand og Aschwin Wildeboers skulu nokk royna at koppa honum seinnapartin, Nystrand i 100 frí og Wildeboers í 50 rygg, skrivar svimjing.com, sum ber tíðindini.

 

Eyðbjørn Joensen og Óli Mortensen eru í finaluni í 100 metra frí hjá yngru juniorunum. Óli hevði næstbestu tíðina, 56.52, aftan fyri Sander Sivertsen við tíðini 55.95. Eyðbjørn Joensen var nummar fýra við tíðini 56.81. Eyðbjørn Joensen er eisini í finaluni í 100 metra firvald.

 

Finalurnar byrjaðu klokkan 14.00, føroyska tíð.

 

Tað skrivar svimjing.com.