Berbatov skal ongan veg

Áhaldandi søgur ganga um, at Dimitar Berbatov skal seljast frá enska felagnum Tottenham, har hann staðið seg framúr væl seinasta árið. Berbatov kom til Onglands fyri einum ári síðani, og hann hevur í sínum fyrsta kappingarári skotið heili 22 mál. Hetta hevur fingið fjølmiðlar at seta Berbatov í samband við Manchester United og Chelsea, men boðini frá nevndarformanninum í Tottenham eru púra greið: Hvørki Berbatov ella aðrir profilar hjá felagnum verða seldir í summar. Felagið ætlar sær at náa enn longri og vinna seg í Champions League.