Tað heldur Finnur Koba, sum í hesum døgum nærum hvørt kvøld er at síggja á sjónvarpsskíggjanum í Degi&Viku.
Finnur Koba er ein kend útvarps og sjónvarpsrødd, men tað er ikki tað einasta, sum hann er kendur fyri. Finnur er nevniliga eisini ein av oddamonnunum í bólkinum Páll Finnur Páll, sum er kendur fyri at syngja fúlar og frekar sangir.
Men tað er eingin trupulleiki sambært Finni. Í hansara hugaheimi ber tað væl til at vera ein tíðindamaður og ein kendur sangari samstundis.
- Eg haldi tað ber til at hava ymiskar leiklutir, men tað eru tað ivaleyst fleiri, sum er ósamd við mær í. Men mín frítíð fer við at skriva og spæla sangir, og so mugu fólk bara døma meg út frá tí, sum eg geri, segði Finnur Koba í Ghetto Føroyar hósdagin.
Páll Finnur Páll skulu spæla á Norðuratlantsbryggju leygarkvøldið, og her ber til at hoyra Finn syngja eitt lag í Ghetto Føroyar:









