Benzema vísti United aftur

Karem Benzema, sum í farnu viku skrivaði sáttmála við Real Madrid, avdúkar nú í enskum miðlum, at hann vísti tilboði frá Manchester United aftur.

– Tað hevur altíð verið ein dreymur at umboða Real Madrid. Eg kundi valt Manchester United, men hetta er tað, sum eg av álvara vil. Eg kann ikki siga nei til at spæla saman við Kaká og Cristiano Ronaldo, sigur Karem Benzema.