Bent, ið er 65 ára gamal, er føddur í 1938 í danska býnum Skælskør. Tá hann í 1972 skuldi flytast úr Føroum til Bornholm, segði hann upp hjá hervaldinum og fór at arbeiða sum goymslumaður hjá Thomas Dam. Í 1975 koyrdi hann við egnum vøruvogni á bilstøðini Bil og seinni á Mini Taxi. Í 1977 rak hann handilin Autoparts, ið seldi eykalutir og útgerð til bilar, á Kirkjuvegi í Havn, til hann í 1978 fekk koyriloyvi á bilstøðini Auto í Havn, har hann koyrdi í tilsamans 15 ár. Hann var eisini partaeigari í Auto og koyrdi á støðini til 1993. Eitt sum hevur sermerkt Bent er, at hann hevur búð í nógvum ymiskum støðum. Hann hevur t.d. búð í Kvívík, í Kollafirði, í Hósvík, í Streymnesi, á Langasandi, í einari niðurlagdari kiosk á Stykkinum, í einum umbygdum lastbili í Syðradali og í ymiskum summarhúsum. Seinastu 10 árini hevur hann búð á Ternuryggi í Havn. Fyrr dámdi honum væl at skjóta harur og at skjóta fugl og at fiska. Bent er ein býarmynd í Havn, hesin fryntligi maðurin sum gongur túrar í býnum við hundi sínum, Samson. Bent er altíð blíður og týður, heilsar og gevur sær stundir til eitt hugnaligt prát. Hann eigur eina dóttir og eina abbadóttir í Norðursælandi. Um orsøkina til at hann hevur verið her í so mong ár, sigur Bent, at honum hevur dámt so sera væl í Føroyum.