Bensinstøð í Fuglafirði

Í Dimmalætting tann 2. mai 1998 ger Sigfríður Vørðhamar, býráðslimur viðmerkingar til málið: Bensinstøð í miðbýnum.

Hann byrjar greinina við at leggja eftir einum oljufelag og nevnir, at fyrrverandi Shellstøðin meira ella minni bleiv tvingað at lata aftur. Hann kundi tí eisini hóskandi fortalt fuglfirðingum, hvørjar sømdir hann, sum býráðsformaður, gav Shell í síni tíð.

Tá hann ikki endurgevur allan sannleikan í málinum soleiðis, at borgarnir kunnu fáa eina fatan av, hvat hetta snýr seg um, vilja vit hervið koma við einari rættleiðing.

Tvær umsóknir komu til býráðið um at fáa loyvi til at seta upp bensin- og oljupumpur, onnur eystanfyri handilin hjá Sp/f Haraldsen og onnur omanfyri fyrrverandi handilin hjá P/f Esmar Simonsen.

Ein samd teknisk nevnd mælti frá at geva loyvi til støðina omanfyri hjá P/f Esmar Simonsen, meðan ein meiriluti í nevndini eisini mælti frá at geva loyvi til støðini eystanfyri handilin hjá Sp/f Haraldsen, tí tað m.a. vildi fáa álvarsligar fylgjur fyri ferðsluna og vera til stóran ampa í miðbýnum.

Tað, sum Sigfríður Vørðhamar ikki leggur í at fortelja borgarunum er, at tekniska nevnd ikki segði blankt nei til bensin- og oljupumpur, men tvørturímóti vísti á tvey onnur væl egnaði støð, har hesar kundu setast. Hetta er sjálvandi eisini við høvuðsvegin, um ikki í sjálvum miðbýnum (áhugaði kunnu venda sær til teknisku umsitingina hjá kommununi fyri at fáa ávíst hvar hesi støð eru).

Sum Sigfríður Vørðhamar eisini veit - og hevur verið við til at avgera, so eru nógvar milliónir krónur brúktar til at breiðka vegin gjøgnum bygdina og harvið eisini dýrir garðar laðaðir, parkeringspláss gjørd o.s.v. Tað eru eisini mong hús tikin niður júst fram við hesum vegi, og hvat eru nógv av hesum økjum brúkt til? - jú »nøkur fá parkeringspláss«.

Býráðið vil verja miðbýin og alt tað vakra, ið har er og vil halda fram við at fríðka hendan.

Fuglafjarðar býráð fer framhaldandi at gera sítt til, at pumpur verða settar upp í bygdini, og verður um neyðugt kannað nærri, hvørji onnur hóskandi øki eru, umframt tey tvey, ið fyrr eru nevnd.

Sigfríður Vørðhamar skrivar, at grundgevingarnar hjá meirilutanum vóru láturligar. Í hansara verð eru øll láturlig, um tey ikki hava somu meining og gera, sum hann vil.

Tá ið hann ikki fekk sín vilja á býráðsfundinum, fór hann á dyr í øðini, bresti við hurðini og blakaði fundarskránna á gólvið.

Hann var sostatt als ikki við til at viðgera seinna málið um bensin- og oljupumpur.

Tað er siðvenja, at býráðslimir skulu verða á fundi til fundurin er liðugur, góðkenna fundarbókina og undirskriva hana.

Meirilutin í býráðnum hevur m.a. sett sær fyri, at tæna hesi bygd og tí fólki her og verður tað gjørt so vítt gjørligt saman við restini av býráðnum og tað gongur sjón fyri søgn.


Vegna meirilutan

í býráðnum

Hallbjørg Hansen, býráðsformaður