Venjarin hjá Liverpool roknar framvegis við, at hansara lið verður í toppinum, tá ið enska Premier League endar í ár. Liverpool hevur mest sum ikki vunnið í Premier League seinastu vikurnar, men Rafael Benitez hevur gott mót. - Um vit kunnu betra okkum og spæla upp til okkara besta, so enda vit í topp fýra í ár, sigur Benitez við blaðið SportingLife. Liverpool spældi um vikuskiftið javnleik ímóti Manchester City á heimavølli.