Benita Winther Jensen hevur fyri løtu síðani vunnið kappingina Miss Føroyar, ið er í høllini á Hálsi í sambandi við stóra Burn Showdown tiltakið, ið hevur vart alt vikuskiftið.
Í harðari kapping við Moniku Nolsøe, ið var Miss Suðuroy, endaði tað við at Benita Winther Jensen vann kappingina sum Miss Føroyar.
Birgit Johannesen úr Klaksvík endaði á triðja plássi í kappingini Miss Føroyar.
Afturat Miss Føroyar, kom amerikanski dómarin, Rafa, eisini á pallin, har hann valdi Miss Critical Beauty. Tann kappingin snúði seg um hvør av teimum luttakandi hevði fingið flest atkvøður á sosiala pallinum, Instagram. Ta kappingina vann Miss Vestmanna, Leyvoy í Gerðinum.
Endaliga úrslitið av Miss Føroyar kappingini:
1. Benita Winther Jensen
2. Monika Nolsøe
3. Birgit Johannesen