Bengt Göransson fyrilestri um demokrati

TÍÐINDASKRIV frá Norðurlandahúsinum

 

Hóskvøldið 15. mars 2001 kl. 19.30 fer fyrrverandi svenski mentamálaráðharrin Bengt Göransson at hava fyrilestur um demokrati.

Hann nevnir sjálvur fyrilesturin soleiðis:

?Bonaðu gólv valdsins og kjallaraskot máttloysisins ? hugarensl um korini hjá fólkavaldinum?.

Bengt Göransson er, sum fyrr sagt, fyrrverandi svenskur mentamálaráðharri, og var tað hann, sum kom til Føroya við Seyðabrævinum í 1990.

Árini 1992-2000 hevur Bengt Göransson sitið sum stýrislimur fyri Norðurlandahúsið í Føroyum, valdur av svensku stjórnini, og tey fyrstu árini av skeiðnum sat hann sum formaður í Stýrinum fyri Norðurlandahúsið Føroyum.

Bengt Göransson hevur síðani 1. juni 2000 sitið sum stýrisformaður í Foreningen Norden í Svøríki.

Fyrilesturin í Norðurlandahúsinum er almennur.