Danski álosspælarin Nicklas Bendtner hevur fingið rættiligt gjøgnumbrot í enska felagnum Birmingham. 18 ára gamli Bendtner er sáttmálabundin við Arsenal, men felagið hevur leigað danska framherjan til Birmingham í hesum kappingarárinum. Brimingham flutti niður í næstbestu deildina í summar, men nú er liðið aftur á veg í Premier League. Ein orsøk til tað er Nicklas Bendtner, sum hevur skotið átta mál fyri felagið og er millum bestu málskjúttarnar í deildini.