Løgmaður viðkennir, at ein trupult politiskt heyst er fyri framman, og at politikarar og flokkar mugu svølgja beiskar bitar, um samgonguni skal verða lív lagað.
- Seinnu árini hevur okkara samfelag havt stóran vøkstur, og almennu útreiðslurnar eru vaksnar nógv. Men brádliga noyddust vit at umstilla okkum til ein nýggjan búskaparligan veruleika. Hallið hjá landskassanum er vaksið. Javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur, fyrst og fremst tí vit hava skorið ríkisveitingina og givið skattalættar, uttan at samsvarandi sparingar vóru framdar, ella nýggjar inntøkur fingnar til vega, segði Kaj Leo Johannesen.
- Nógvar truplar, men tó neyðugar avgerðir eru tiknar, og enn fleiri umrøddar í almenna rúminum. Tað hevur skapt órógv - eisini í politisku skipanini. Men í ringum sjógvi er tað óðamannaverk at sleppa stýrisvølinum. Seglini mugu repast, men tað er áræði og ábyrgdarkensla, sum ber eitt samfelag gjøgnum krepputíðir, og skulu vit føra samfelagið burtur úr vandaleið, mugu allir partar taka byrðar á sínar herðar.
Beiskir bitar
Løgmaður viðurkendi, at tað verður trupult at fáa kabalin at ganga upp, tá ið fíggjarlógin skal gerast í heyst.
- Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga. Eg havi tí og fari framhaldandi at rætta hondina út til samstarv, eisini við andstøðuna. Tung tøk liggja fyri framman, og truplar avgerðir mugu takast við samráðingarborðið. Men vit koma ikki á mál, um vit bara eru før fyri at vísa á, hvar ikki kann sparast, ella nýggjar inntøkur ikki kunnu fáast. Og semjurnar fáast ikki, uttan at onkrir beiskir bitar verða svølgdir, segði Kaj Leo Johannesen.
- Leiðin burtur úr kreppuni kann gerast drúgv, men tað eru vit, sum velja hvørja leið, vit taka. Vit hava valið millum at skerja vælferðina ella fremja broytingar, so vit fáa skynsamari rakstur og betri tænastur. Vit hava valið millum at bróta upp úr nýggjum og gerast ein meira samrunnin partur av alheimssamfelagnum ella at standa í stað.
- Vit hava valið millum at gera kakuna størri ella at brúka alla orkuna uppá at býta hana, segði løgmaður.
Týsdagin skal løgtingið viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.