Beinta nýggjur fyrstilærari í Porkeri

Frá 23. apríl fáa porkeringar ein nýggjan fyrstilærara í bygdina, tá Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen tekur við starvinum. Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

Upplýst verður, at Beinta er 39 ára gomul og tók læraraprógv í 2005. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari. Fyrsta árið arbeiddi hon í Argja skúla, og skúlaárini 2006/07 til 2016/17 hevur hon starvast sum lærari og seinasta árið sum støddfrøðivegleiðari í Eiðis skúla.

Beinta tók í 2017 útbúgving sum støddfrøðivegleiðari og starvast í dag í Tvøroyar skúla, har hon er knýtt at sertilboðnum í skúlanum, umframt at hon røkir aðrar undirvísingarligar uppgávur.