Í dag letur Listasavn Føroya upp listaframsýning við Beintu av Reyni, ið sýnir fram 26 málningar Listarliga er Beinta av Reyni modernað og nýrealistisk, og setir hon áskoðaran í bás við at mála gardinur og blómur fremst í myndunum, so áskoðarin fær eina kenslu av, at hann hyggur út gjøgnum vindeyga. Hetta er siðbundna kvinnuliga sjónarhornið, sum Beinta minnist føroyska umhvørvið sum barn hjá ommuni og abbanum á Eiði. Hon viðger eisini Muhammed-kreppuna og stríðið millum gott og ónt í stórum málningum við einum persóni úr amerikonsku hiphop-mentanini og eini íslendskari songkvinnu. Mótsetningar koma til sjóndar á tann hátt, at áskoðarin illa sær mun á teimum. Í sambandi við framsýningina kemur eisini ein bók út, sum listfrøðingurin Dagmar Warming hevur skrivað. Beinta av Reyni verður til ferniseringina, sum letur upp klokkan 16 í dag.
Framsýningin er opin fram til 15. juli 2007.