Í annaðkvøld klokkan 19.45 setur føroyska manslandsliðið punktum fyri HM 2022 undankappingina. Tað verður gjørt á Netanya leikvøllinum í Ísrael. Undan dystinum hevði føroyska liðið tíðindafund undan seinastu venjingini fyri dystin. Føroyska liðið kom á gistingarhúsið Vert, sum liggur í Netany – ein býur, sum liggur ein hálvan tíma uttanfyri Tel Aviv.
Á tíðindafundinum vóru Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og René Shaki Joensen, sum er hálvur ísraeli. Pápi hansara er úr Ísrael.
Håkan Ericson:
Hetta er ein tøtt skrá, og eg hevði ynskt at tað var ein dagur longri í millum dystirnar. Nú eru vit her, og vit fara at fyrireika okkum so nógv, sum vit kunnu. Vit hava nakað vísa, tí seinast taptu vit greitt móti Ísrael. Eg vil gjarna ynskja venjaranum til lukku við góða spælinum, sum Ísrael hevur víst í hesi undankappingini.
Vit hava spælt væl móti Skotlandi, Eysturríki og tvær ferðir móti Danmark, men tað hevur ikki givið nakað stig. Nú skulu vit vita um vit klára tað.
René Shaki Joensen:
Eg gleði meg til at sleppa at spæla hendan dystin. Eisini tí pápi mín er úr Ísrael. Vit hava spælt móti góðum liðnum og verjan sær sterk út. Hetta er seinasti dysturin og vit fara “all in”.










