Gallarí Havnará er á Art Herning

Gallarí Havnará luttekur í ár á Art Herning, Danmarks fremstu og mest týðandi listamessu, sum verður hildin 9.–11. januar í Messecenter Herning.

Hetta er fyrstu ferð, at gallaríið er umboðað á messuni, og luttøkan er bæði ein stórur heiður og eitt týðandi fet í menningini av Gallarí Havnará sum einum av fremstu pallum fyri føroyska samtíðarlist.

Á Art Herning umboðar Gallarí Havnará listafólkini Astri Luihn, Bárður Dal Christiansen, Fríða Berg, Maibritt Marjunardóttir og Sigrun Gunnarsdóttir. Hesi listafólk arbeiða á høgum altjóða støði og fevna um eitt breitt, men samanhangandi samtíðarligt listaligt úttrykk. Felags fyri verkini er eitt greitt hugmyndarligt fokus, har materialitetur, formur og innihald sameinast í verkum við altjóða dygd.

Luttøkan á Art Herning er eitt týðiligt tekin um, at Gallarí Havnará hevur ment seg til eitt av mest framkomnu og modernaðu gallaríunum í Føroyum, við einum greiðum kuratoriskum fokus og eini støðugt hækkandi listaligari dygd. Gallaríið hevur gjørt vart við seg sum ein týðandi pallur fyri nýskapandi føroyska samtíðarlist, bæði á heimligum og altjóða pallum.

Gallaríið verður umboðað á messuni av Boga og Jóhannu Andreasen, og harumframt verða nøkur av listafólkunum eisini til staðar. Luttøkan gevur eitt serstakt høvi at seta føroyska samtíðarlist í altjóða samanhang og at skapa nýggj sambond við savnarar, kuratorar og aðrar virkisføra í listaverðini.