Kvinnulandsliðið spælir venjingardyst móti Kýpros

Dysturin verður leiktur mánadagin 2. mars

Mynd: Jóhanna Thomsen, FSF

FSF skrivar:

 

- Sum fyrireiking til fyrsta dystin í komandi HM undankapping spælir føroyska kvinnulandsliðið venjingardyst móti Kýpros mánadagin 2. mars

 

——————

 

– Vit eru komin væl í gongd. Ársins fyrsta landsliðsvening hevur verið, og vit eru spent til undankappingina, ið stendur fyri framman. At tað so eisini hevur eydnast okkum at fáa ein venjingardyst í lag, kemur sjálvandi væl við, og styrkir um fyrireikingarnar til HM undankappingina.

 

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Venjingardysturin, sum verður ímóti Kýpros, verður á útivølli mánadagin 2. mars. Fimm dagar seinni fer undankappingin av bakkastokki.

 

Í komandi HM undankapping eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia. Fyrsti dysturin í HM undankappingini verður á útivølli leygardagin 7. mars, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta.

 

Í apríl mánað eru heimadystirnir á skránni. Tann 14. apríl koma grikkar á vitjan, og 18. apríl møtast Føroyar og Georgia á Tórsvølli. Útidysturin móti Georgia verður spældur fríggjadagin 5. juni.

 

HM-undankappingin er deild upp í tríggjar deildir – A, B og C. Føroyar eru í deild C. Teir fýra bólkavinnararnir í deild A spæla seg beinleiðis víðari í sjálvt endaspælið, meðan hini londini í deild A og bólkavinnarar og bestu 2’ararnir í deild B og C kunnu spæla seg víðari til endaspælið umvegis tvey play-off umfør.

 

UEFA hevur fingið tillutað 11 pláss til HM-endaspælið, sum verður í Brasil á summri 2027. Skrivar FSF.

 

Mynd: Jóhanna Thomsen, FSF