Tað váttar U.S. European Command, sum er ein eind í amerikanska herinum, á sosiala miðlinum X mikudagin.
USA nevnir skipið "Bella 1", men tað er seinastu vikurnar selt einum russiskum felag og hevur broytt navn til "Marinera".
Fyrr í dag varð boðað frá, at USA framdi eitt átak, har landið royndi at leggja hald á "Marinera" eftir at hava fylgt skipinum tvørtur um Atlantshavið í tvær vikur.
Fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú Wall Street Journal, hava áður skrivað, at Russland hevur sent ein kavbát og onnur skip at fylgja skipinum. Blaðið vísir til ein ónevndan amerikanskan embætismann.
##med2##
/Ritzau/












