NSÍ misti á eystanstevnu týdningarmikil stig í royndini at vera við í toppinum í bestu deildini.
Víkingur vann 2-1 í góðveðrinum við Løkin.
NSÍ legði seg framum 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Hóast munurin minkaði, tá ið Víkingur gjørdi sjálvmál, so megnaði heimaliðið ongantíð rættiliga at leggja gestirnar undir trýst.
-Eg eri ógvuliga væl nøgdur. Vit spældu framúr í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin royndu teir við longum sendingum, og tá høvdu vit fult og heilt tak á tí, sigur væl nøgdi Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.
-Einki riggaði hjá okkum. Vit mugu bara koma víðari, tá ið vit fríggjadagin fara at spæla ímóti grannunum á Skála, sigur NSÍ liðformaðurin Árni Frederiksberg.
LIÐUGT
1-2
GULT KORT. Einar Tróndargjógv sær gult fyri aðru ferð og verður harvið rikin av vøllinum.
90) 1-2
Seks minuttir lagdir aftrat.
87) 1-2
Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi fer skaddur av vøllinum. Hjalti Strømsten loysir hann av.
86) 1-2
NSÍ roynir seg við nógvum longum sendingum, men Víkinga verjan tykist hava gott tak á.
84) 1-2
Tað er nógv stríð og lítið spæl.
Nú varð Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen burturvístur. Tað er óvist fyri hvat.
81) 1-2
GULT KORT. Heðin Hansen hjá Víkingi.
Tað eru alt ov nógvar ónollur í og eftir nærdystirnar.
76) 1-2
Pætur Hentze leggur innfyri, og tað er um reppið, at bólturin endar í Víkinga málinum. Sera stórur spenningur við Løkin og gott lag í góðveðrinum.
75) 1-2
GULT KORT. Einar Tróndargjógv fyri fríspark.
73) 1-2
Víkingur skiftir út: Andreas Lava Olsen avloysir Adeshina Lawal.
67) 1-2
1-2: sjálvmál
Víkingur fer sjálvmál, og harvið er spenningur kveiktur aftur í steevnudystinum við Løkin.
Árni Frederiksberg smekkaði við frísparki innfyri, og ein av teimum ljósabláu var óheppin at stýra bóltin í egið mál.
60) 0-2
NSÍ skiftir út: Magnus H. Olsen verður settur á vøllin, og av vøllinum fer Øssur Dalbúð.
Per Langgaard avloysir Karl Løkin.
Fróði Benjaminsen og Pól Jóhannus Justinussen verða fluttir longri fram, enn teir hava verið.
50) 0-2
0-2: Gunnar Vatnhamar
Eftir fríspark og innlegg verður bjargað á strikuni og eftir aftur og fram endar bólturin í netinum hjá NSÍ, sum nú hevur øgiliga mótbrekku at taka.
Hanus Jacobsen legði við frísparki innfyri. Tað var eisini hann, sum við hornasparki legði innfyri, tá ið víkingarnir skoraðu fyrra málið.
47) 0-1
Tað eru ikki aðrar skiftingar gjørdar enn tann í fyrra hálvleiki.
46) 0-1
Sølvi Vatnhamar gevur bóltin upp fyri Víking.
--
Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ráð av nýggjum við Løkin. Víkingur er frammanfyri 1-0 við málinum, sum Adrian Cascaval skoraði eftir stórt korter. Stóri maðurin hjá Víkingi hevur í fyrra hálvleiki verið Sølvi Vatnhamar.
Hjá NSÍ hevur tað ikki borið serliga væl til. Heimamenninir hava sera ilt við at mynda álopsspæl. Tí er neyðugt hjá venjaranum og spælarunum at leggja nýggjar ætlanir, nú tað hevur gingið fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi og ivaleyst fer at gera tað í seinna hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
0-1
45) 0-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
42) 0-1
Hjá NSÍ ræður um at halda tørn fram til steðgin og so av nýggjum at leggja ráð. Teir tykjast ráðaleysir, tá ið teir hava bóltin, meðan víkingarnir vísa hugflog og áræði, tá ið teir hava bóltin.
39) 0-1
So var Víkingur aftur tætt við. Adrian Cascaval legði væl innfyri, og Heðin Hansen setti pannuna á bóltin, men Tórður Thomsen tveitti seg og bjargaði.
36) 0-1
Tað gongur fyri seg eftir treytunum hjá gestunum. Víkingarnir eru sera væl skipaðir í verjuspælinum, og so lúra teir eftir møguleikanum at fara í skjót mótálop. Tað er framvegis striltið hjá NSÍ at mynda álop.
32) 0-1
NSÍ miðvallarin Betuel Hansen fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Jann Benjaminsen.
Karl Løkin verður fluttur aftur á verjukent sentralt miðvallarpláss, og Jann Benjaminsen verður settur inn í vinstra borð.
30) 0-1
So var um reppið, at NSÍ javnaði. Øssur Dalbúð royndi seg við fínum skoti, og Geza Turi stórbjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.
28) 0-1
Víkingarnir vísa beteri hugburð. Teir vinna flestu nærdystirnar, og í álopsspælinum megna teir mest sum hvørja ferð at søkja at málinum við skotum ella stútarum.
26) 0-1
NSÍ tykist leita eftir sær sjálvum. Jann Benjaminsen hevur hitað upp síðani dystarbyrjan. Nú er Karl Løkin, sum fyrstu løtuna var framrættaður sentralur miðvallari, fluttur í vinstru, og Petur Knudsen er í sentrala leiklutinum.
23) 0-1
NSÍ hevur síðstu løtuna fótað sær eitt sindur, og nú eydnaðist tað at vinna horna, sum einki spurdist burturúr.
20) 0-1
Víkingur hevur nógv betri tak á. NSÍ hevur stórar trupulleikar yvirhøvur at mynda álop á mótstøðuhálvuni.
16) 0-1
0-1: Adrian Cascaval
Eftir horna og eftir at Pætur Hentze bjargaði á strikuni og so eftir eitt sindur av aftur og fram var tað Adrian Cascaval, sum í kvøld er verjukendur miðvallari, sum setti bóltin í málið.
15) 0-0
Álopsspælið hjá Víkingi riggar betri, og nú var tætt við, at gestirnir løgdu seg framum, men tað varð bjargað á strikuni.
10) 0-0
Hjá Víkingi er Hans Jørgen Djurhuus leikbannaður.
Her er tað intensivt, men tað gongur illa at mynda upplagdar málmøguleikar.
05) 0-0
Fróði Benjaminsen avloysir í NSÍ miðverjuni, har Jens Joensen er leikbannaður.
Geza Turi avloysir í málinum hjá Víkingi, tí Elias Rasmussen er sjúkur.
03) 0-0
So hevði Víkingur risa møguleika eftir horna. Tórður Thomsen bjargaði, tá ið Philip Djordjevic royndi seg við skoti.
00) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt við Løkin eru tey fagrastu.
NSÍ - Víkingur kl. 18.00
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Tórður Thomsen - Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Einar Tróndargjógv - Pól Jóhannus Justinussen, Betuel Hansen - Árni Frederiksberg, Karl Løkin, Petur Knudsen - Øssur Dalbúð
Venjari: Sámal Erik Hentze
Víkingur: Geza Turi - Elias Lervig, Atli Gregersen, Dennis Moreno, Hanus Jacobsen - Adrian Cascaval, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar - Philip Djordjevic, Adeshina Lawal