60: 29-23. Liðugt. Føroysku dreingirnir gjørdu eitt ordans hál í síðsta partinum av dystinum og minkaðu munin niður í seks mál. Harvið vunnu Føroyar seinna hálvleik 15-14. Men tryggur sigur til Norra.
57: 28-21. Hilmar Leon og Rói Berg Hansen ganga á odda her í endanum og skora mál. Munurin er minkaður.
52: 27-18. Nú skora føroyingarnir nøkur mál - serliga Hilmar Leon Jakobsen, ið higartil er toppskjútti hjá Føroyum við fimm málum. Hoyvíkingurin hevur júst skorað við einum flottum flúgvara.
48: 24-15. Føroyingar skifta nógv út og spæla ikki við sterkasta liðnum beint nú. Munurin er stórur, og tað er ongin ivi um, at Norra vinnur hendan dystin. Norra hevur tikið time-out.
45: 22-14. Tað leikar rímiliga javnt á í seinna hálvleiki, men tað tykist ikki sum, at føroyingar eru førir fyri at minka norsku leiðsluna serliga nógv.
40: 21-13. Um ikki annað, so er málmunurin ímillum liðini ikki størri enn 7-8 mál. Hilmar Leon Jakobsen, Vilhelm Poulsen og Rói Berg Hansen hava skorað tey seinastu trý málini hjá føroyingum.
35: 18-10. Áki Egilsnes hevur skorað bæði tey fyrstu málini hjá Føroyum í seinna hálvleiki.
32: 16-8. Seinni hálvleikur er byrjaður. Føroyingar hava framvegis trupulleikar við at skora, og ístaðin hevur Norra økt um munin.
Pætur Mikkjalsson tykist at vera somikið skaddur, at hann ikki kemur innaftur. Ótti er fyri, at hann hevur brotið ein fingur.
30: 15-8. So er hálvleikur. Í fyrru helvt av fyrra hálvleiki vóru liðini jøvn, men í seinnu helvt av hálvleikinum hava norðmenninir runnið føroyingarnar um koll og hava fingið nøkur bílig mál.
28: 14-8. Teis Horn fær bóltin framvið norska málmansrisan við brotskasti. Í verjuni hava føroyingar trupult við at temja stóru norðmenninar.
26: 13-7. Beint nú er steðgur í dystinum, tí at álagda gólvið í høllini er skrædnað. Norðmenn eru seks mál frammanfyri.
24: 11-7. Norðmenn hava yvirtakið hesa løtuna. Føroyar hava júst skotið sítt fyrsta mál í eini átta minuttir. Málskjútti var Rune Olsen.
20: 9-6. Beint nú verða føroyingar runnir um koll. Sonni Larsen hevur tikið time-out.
17: 7-6. Nú gongur skjótt fyri seg í báðum endum. Norra hevur nú lagt seg á odda.
15: 4-4. Við enn einum kontramáli hevur Norra javnað til 4-4. Føroyingar hava verið sera væl við leikliga, og her tykist at vera okkurt at koma eftir. Føroyingarnir høvdu tó kunnað fingið fleiri mál, um norski málverjin ikki stóð so væl. Norra hevur tikið fyrsta time-out.
13: 3-4. Helgi Hoydal hevur fingið fyrstu føroysku útvísingina. Norðmenn javnaðu upp á brotskast, men við góðum undirhondsskoti legði Fríði Weyhe Føroyar á odda aftur. Og enn einaferð bjargar Niklas Simonsen framúr væl!
10: 2-3. Fyri fyrstu ferð í dystinum eru Føroyar á odda. Áki Egilsnes hevur aftur skorað!
08: 2-2. Føroyska verjan stendur væl, men føroyingar eru óneyvir í álopinum og hava ilt við at fáa bóltin framvið væl leikandi norska málverjanum. Niklas Simonsen hevur tó eisini staðið norsku skjúttunum kurl og havt eini tríggjar góðar bjargingar.
05: 2-2. Norðmenn skora enn eitt kontramál, men Áki Egilsnes svarar aftur við at høgga bóltin í netið.
03: 1-1. Gott føroyskt álopsspæl endar við, at Kjartan Johansen skorar fyrsta føroyska málið.
01: 1-0. Helgi Hoydal brennir ein frían kjans, og ístaðin fara norðmenn í kontra og skora fyrsta málið.
Hesir byrja inni hjá Føroyum: Niklas Simonsen, Rói Berg Hansen, Fríði Weyhe, Kjartan Johansen, Áki Egilsnes, Jónas Djurhuus og Helgi Hoydal. Tó verður Pætur Mikkjalsson skiftur inn fyri Jónas Djurhuus í verjuni.
Undan dystinum: Dómararnir báðir eru úr vertstjóðini, Algeria.
Føroyska U21-landsliðið er komið framúr væl frá byrjan í HM-endaspælinum í Algeria. Fyrst vunnu føroysku dreingirnir týsdagin 31-28 ímóti Kili, og í gjárkvøldi framdu føroyingarnir eitt enn størri bragd, tá ið teir vunnu 28-27 ímóti Suðurkorea. Dagsins mótstøðulið er Norra, ið júst sum Føroyar hevur vunnið sínar fyrstu bólkaspælsdystir.
Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.