Beinleiðis: Her fylgir tú kappingini um Løgmanssteypið

Í dag verða fýra fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið. FM1 og In.fo fylga øllum dystunum

Í dag verða fýra fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið. Byrjað verður klokkan 17, tá Víkingur tekur móti TB. Síðani verða tríggir dystir klokkan 19. B36-AB, NSÍ-Skála og 07 Vestur-HB. FM1 og In.fo fylga øllum dystunum.

Dystir.fo

In.fo og Dystir.fo spæla saman. Tí ber til at fylgja øllum dystunum á Dystir.fo við at hyggja ovast á forsíðuni á In.fo. Við at trýsta á frámerkið av einum dysti, kanst tú fylgja gongdini í hvørjum einstøkum dysti. Inni á hvørjum dysti kanst tú velja at lesa “Úrtak”, sum eru hæddarpunkt av dystunum.

Fylgi gongdini á Dystir.fo við at trýsta HER

Til ber eisini at síggja alla gongdina í dystinum, við at trýst á frámerkið “Hendingar”. Hartil er møguleiki at síggja hvør byrjar inni “Fyrstu 11”, hvør er á bonkinum “Eyka” og hagtøl við trýsta á “Hagtøl”.

Seinni verða samanumtøkur og myndir at síggja á In.fo, sum hevur myndafólk til allar dystirnar í kvøld.

FM1

Tað verður sent frá klokkan 17 á FM1, sum hevur beinleiðis frásøgn frá trimum dystum. Víkingur-TB, sum byrjar klokkan 17, og frá klokkan 19 frá dystunum AB-B36 og NSÍ-Skála. Hartil verður fylgt gongdini í dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og HB. Viðmerkjari í Gøtu verður Hanus Jacobsen og í Runavík verður tað Sonni L. Petersen.

Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER 

Aftaná verður 3. Hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum av fjórðingsfinalunum frá í kvøld.