Tríggir dystir verða spældir í dag. og ein í morgin. Suni Merkistein sigur frá dystinum millum NSÍ og HB, meðan Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum 07 Vestur og B36 Tey fótbóltshugaðu verða ikki við skerdan lut í dag.
Bæði Kringvarp Føroya og Rás2 fara at siga frá hvør sínum dysti í vodafonedeildini í dag.
Klokkan 15 fer Suni Merkistein í Kringvarpinum at siga frá dystinum við Løkin í Runavík millum NSÍ og HB.
Kringvarpið fer eisini at kunna lurtarnar um gongdina í dystinum millum B71 og KÍ á Argjum
Klokkan 17 fer Hilmar Jan Hansen ein stóran part av sendingini ?3. hálvleikur? á Rás2 at siga frá dystinum millum 07Vestur og B36.
Dystirnir í fyrsta umfarinum :
EB/Streymur-Víkingur 2-1
Við Løkin: NSÍ-HB klokkan 15
Úti í Vika: B71-KÍ klokkan 15
Á Dungasandi: 07Vestur-B36 klokkan 17
Í morgin klokkan 17.30 spæla B68 og ÍF á Svangaskarði á Toftum.