Ókendir menn hava skotið Ahmed Wali Karzai, sum var beiggi afghanska forsetan, Hamid Karzai. Embætismenn siga, at Ahmed Wali Karzai, sum var ein av teimum máttmestu monnunum í landspartinum Kandahar, varð skotin í heimi sínum. Ein talsmaður fyri familjuna sigur, at tað var ein av trygdarmonnunum, sum skjeyt hann.
Ahmad Wali Karzai var formaður í landspartaráðnum í Kandahar og hevði stóra ávirkan á viðurskiftini í landspartinum, ið er ein tann ófriðarligasti og vandamesti í Afghanistan. Taliban hevur nógv viðhaldsfólk har, og álop á embætisfólk og politikarar eru næstan gerandiskostur, skrivar AFP.