Fyri fáum tímum síðan varð David Beckham og nýggja leiktroyggja hansara sýnd fram í Amerika. Hetta fór fram á einum almennum tíðindafundi í býnum Carson í Kalifornia, har nýggja felag hansara, Los Angeles Galaxy, heldur til.
Beckham hevur fingið leiktroyggju nummar 23, sum er júst tann sama sum hann hevði í Real Madrid. Fleiri túsund troyggjur eru longu seldar av Beckham, sum hjá so mongum er ein fyrimynd.
David Beckham væntast at fáa debut fyri LA Galaxy longu komandi leygardag, tá ið nýggja felag hansara møtir Chelsea í einum vinardysti.